Fýra dystir hava verið í 1.deild hjá monnum í dag. Við Stórá var oddauppgerð millum TB og B36. Merkisvert er, at B36 hevði bara tíggju spælarar við til dystin. Tað kann tykjast løgið, at eitt lið ikki klárar at mann lið til ein oddadyst í 1.deild.
Í hálvleikinum var 2-0 til TB við málum, sum Aron Sørensen og Martin Tausen skoraðu. Eitt korter fyri tíð eydnaðist B36 at minka um munin við máli, sum Gestur B. Dam skoraði. Móti dystarenda kom TB upp á 3-1 við sjálvmáli.
TB hevur havt eina góða viku. Fyrst mundu teir koppað AB í steypakappingini, síðani hava teir vunnið á FC Suðuroy mikukvøldið og nú B36.
Úrslit 5.umfar:
AB II – FC Suðuroy 2-2 (2-0)
1-0 Hugin á Borg Ferber, 14
2-0 Ari Johannesen, 39
2-1 Patrik Johannesen, 73
2-2 Jón Krosslá Poulsen, 89
07 Vestur – HB II 3-1 (1-0)
1-0 Sjúrður Ellefsen, 14
1-1 Pál M. Joensen, 48
2-1 Sjúrður Ellefsen, 56
3-1 Sigtór Asbjørn Petersen, 66
NSÍ II – KÍ II 2-1 (2-1)
1-0 Debes Danielsen, 38
1-1 Jóannes Bjartalíð, 40
2-1 Debes Danielsen, 42
TB – B36 II 3-1 (2-0)
1-0 Aron Sørensen, 11
2-0 Martin Tausen, 39
2-1 Gestur B. Dam, 74
3-1 Neli Heldarskarð, 90
EB/Streymur II – Víkingur II (Útsettur)
Støðan 1.deild:
1. TB 15 (Stig)
2. B36 12
3. Víkingur 7
4. AB 7
5. FC Suðuroy 7
6. NSÍ 6
7. 07 Vestur 6
8. KÍ 4
9. EB/Streymur 3
10. HB 0