B36 nú aftur á odda

B36 er nú einsamalt á odda í 1. deild hjá kvinnum, eftir at tær vunnu torføran útidyst um vikuskiftið. KÍ hevur tó leikt ein dyst færri, og vinna tær tann dystin, so er aftur púra javnt

Tríggir dystir í bestu kvinnudeildini í føroyskum fótbólti skuldu vera á skránni um vikuskiftið. Men tá alt kom til stykkis, so vóru bert tveir dystir spældir, tí at NSÍ, sum skuldi spæla ímóti KÍ í Klaksvík, eftir øllum at døma hevur tikið liðið úr kappingini.

Tískil bleiv ein dystur spældur í Gøtu, har B36 var á vitjan, meðan seinni dysturin var á Argjum, har AB tók ímóti EB/Streymi.


B36 vann torføran útidyst

Í hesum kappingarárinum hava tað verið B36 og KÍ, sum hava kappast um fremsta plássið í bestu kvinnudeildini, og sum stigatalvan sá út undan dystunum um vikuskiftið, so lógu hesi bæði liðini eisini jøvn á fremsta plássi við 34 stigum.

Av tí at dysturin hjá KÍ var av ongum um vikuskiftið, so hevði B36 møguleika at leggja trýst á KÍ, um tær vunnu torføra útidystin ímóti liðnum á 3. plássi, GÍ.

GÍ legði seg langt aftur á vøllin frá byrjan av, og tað var B36, sum alla tíðina royndi at trýsta. Hetta gekst ikki so væl, men um miðjan fyrra hálvleik fingu tær allíkavæl lagt seg á odda. Eitt hornaspark bleiv sent inn í brotsteigin, og har fekk Unn Kragesten fótin á ein leysan bólt, sum endaði í málinum, og so var 1-0.

Eftir steðgin var tað enn B36, sum sat á dystinum, tó uttan at skapa teir heilt stóru málmøguleikarnar. 10 minuttir fyri leiklok bragdaði tó hjá gestunum, tá tær spældu væl upp í gjøgnum vinstru síðu. Brádliga gjørdist Heidi Sevdal púra leys, og einsamøll við málmanninum sveik hon ikki, og so var 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.


Málleysur javnleikur á Argjum

Seinni dysturin um vikuskiftið var á Argjum, har AB á 5. plássi tók ímóti EB/Streymi, sum liggur nummar fýra.

Undan steðginum royndi EB/Streymur at trýsta, og tær komu eisini fram til onkrar smávegis málmøguleika, sum tó ikki endaði við málið. Miðskeiðis í hálvleikinum bleiv Rakul Magnussen hjá EB/Streymi brádliga púra leys, men hon rakti mitt á málmannin, og so stóð enn á jøvnum.

Í seinna hálvleiki vóru rollurnar umbýttar. Nú var tað AB, sum royndi at trýsta EB/Streym, meðan EB/Streymur royndi seg við mótálopum. Hetta gav eisini ávísar møguleikar, men tann størsta fekk AB, tá ein av teirra leikarum gjørdist púra leys. Mildrið Djurhuus í málinum hjá EB/Streymi fekk tó bjarga bóltin á stongina, áðrenn hann bleiv skotin vekk.

Eftir hetta vóru ikki teir stóru kjansirnir, og tí endaði dysturin við málleysum javnleiki.

Við hesum úrslitunum er B36 nú einsamalt á odda, men KÍ hevur tó ein dyst í hondini. Vinna tær henda, so er líkt til, at meistaraheitið skal avgerast tann 8. september, tá KÍ tekur ímóti B36.