Fótbóltur
Spenningurin í oddinum í føroysku fótbóltslandskappingini mest sum hvarv eftir dystirnar um vikuskiftið.
Oddaliðið, B36, var leingi á pínubeinkinum í Klaksvíki, men við tveimum málum móti dystarenda megnaði liðið at vinna sær 12. sigurin upp í slag.
Í Gøtu mátti hitt oddaliðið, GÍ, taka til takkar við einum 1-0 tapi móti NSÍ, og eru sostatt fimm stig á muni í oddinum, nú tvey umfør eru eftir.
Annars slapp HB fyri eina tíð úr kreppuni, tá teir vunnu 1-0 á EB/Streymi, meðan VB og B68 sum væntað vunnu trygt á ávíkavist B71 og FS Vágum.
Úrslitini um vikuskiftið:
KÍ-B36 1-2
GÍ-NSÍ 0-1
HB-EB/S 1-0
VB-B71 6-1
B68-FS V 5-1