B36 og HB stavn um stavn hjá kvinnunum

Fótbóltur: Støðan í 1. deild hjá kvinnunum broyttist ikki í triðseinasta umfarinum, sum varð spælt um vikuskiftið

Tað verður ikki pláss fyri mistøkum hjá hvørki B36- ella HB-kvinnunum í teimum báðum dystunum, sum eru eftir at spæla í landskappingini.

Í løtuni er støðan tann, at B36 hevur 28 stig, tvey stig fleiri enn HB á øðrum plássi. Bæði liðini høvdu »lættar« (á pappírinum) dystir hetta vikuskiftið, men tað verða tvey sera spennandi umfør, sum nú resta í.

Komandi sunnudag kemur KÍ, sum vann kappingina í fjør, og sum í løtuni ikki stendur nógv aftanfyri tey bæði oddaliðini á vøllinum, men sum hevur mist sín FM-møguleika, í Gundadal at spæla móti HB. Oddaliðið B36 skal til Leirvíkar, og tað verður heldur ikki nøkur løtt uppgáva. Hesir báðir dystirnir vórðu upprunaliga fluttir frá sunnudegnum til leygardag, eftirsum landsliðið hjá monnunum spælir á Svangaskarði móti Kekkia sunnudagin, men øll liðini eru komin ásamt um at spæla dystirnir sunnudagin kortini ? teir verða spældir so tíðliga á degnum, at tær, sum hava hug, kunnu fara á Svangaskarð at síggja landsliðið spæla, tá teirra dystir eru lidnir.

Sum nú er, er B36 sum nevnt tvey stig frammanfyri HB, men lítil og eingin munur er á málúrtøkuni, og um HB megnar at taka tvey stig inn aftur á B36 (tað hendir, um HB vinnur á KÍ, meðan B36 spælir javnt í Leirvík), verður tað nóg mikið við javnleiki hjá HB-kvinnunum í seinasta dystinum, sum er móti júst B36. Tískil kann hetta gerast ein rein finala um føroyameistaraheitið hjá kvinnunum.


Týðningarmikil stórsigur til HB

HB bøtti munandi um sínar treytir við at vinna stórt 8-1 á EB í Gundadali sunnudagin. Hesin dysturin skuldi eftir skipanini verið spældur á Eiði, men av tí at EB ikki møtti upp til fyrra dystin millum hesi liðini í Havn, mistu tær heimavøllin til seinna dystin.

Maria Johnsson setti hol á beinanvegin, og tá so Ann Hansen økti til 2-0 áðrenn dysturin var tíggju minuttir gamal, var eingin ivi um, hvussu hesin dysturin fór at spæla av.

Fyrrverandi EB-spælarin Eyðfríð Kristiansen økti til 3-0 seinni í fyrra hálvleiki, men beint áðrenn steðgin fekk HB-liðið mótrák fyri fyrstu ferð í dystinum.

Tveir EB-leikarar runnu eftir einum bólti, samstundis sum HB-málverjin kom út eftir honum. EB-leikarin var eitt lítið sindur fyrri á honum, og dómarin metti, at HB-málverjin feldi eiðiskvinnuna.

Fyri tað fekk Annika Hansen í HB-málinum reyða kortið. HB-venjarin Birgir Enghamar noyddist nú at seta Eyðvør Thomsen í málið, meðan Fríða Petersen kom inn á sweepara-plássið hjá Eyðvør. Gunn Müller varð tikin út, og Eyðfríð Kristiansen varð sett út á høgra bakkplássið.

Nógvar broytingar, men HB var á odda 3-0, og tað nervaði ikki nevnivert restina av dystinum, sum HB at enda vann 8-1.

Hinvegin kann tað nerva, at Annika Hansen er leikbannað til týdningarmikla dystin móti KÍ komandi sunnudag. Men HB vann stórt og bøtti so munandi um sína málúrtøku, at hon nú er eitt vet betri enn tann hjá B36, og tað kann fáa avgerandi týdning, tá endaliga støðan skal gerast upp.

LÍF misti luftina

HB-liðið verður sostatt skert næsta sunnudag, meðan KÍ hinvegin verður betur fyri við fólki enn tær vóru sunnudagin, tá LÍF var í Klaksvík.

KÍ var rakt av leikbannum og skaðum til dystin móti LÍF, men um einki hendir í vikuni, verður liðið fullmannað til dystin í Gundadali móti HB.

Dysturin móti LÍF var javnur, og í fyrra hálvleiki sást so at siga eingin munur á liðunum. KÍ kom á odda, tá fyrra umfarið var hálvrunnið, og tað var sum ikki einaferð Rannvá Andreasen, sum skoraði fyri tær bláu og hvítu.

Men LÍF var ikki fyri ongum. Tær spældu væl í fyrra hálvleiki, og partar av hálvleikinum høvdu tær takið á heimaliðnum. Tað var eisini í lagi, at Sonja Hammer kundi javnað, tá 38 minuttir vóru spældir. Men Margit Joensen var ótolin, og longu minuttin aftaná gav hon KÍ leiðsluna aftur.

Sostatt var støðan 2-1 til heimaliðið, tá seinni hálvleikur byrjaði, og henda støðan helt sær langt inn í hálvleikin.

KÍ var sum heild betra liðið í seinna hálvleiki, men leirvíkskvinnurnar høvdu eisini nøkur góð tilboð, sum kundu fingið eina betri lagnu.

Men tá dysturin var 62 minuttir gamal, fekk Mariann Jensen skorað til 3-1, og hetta málið var týdningarmikið. Hóast LÍF framvegis ikki var sligið, gekk tað niður á bakka, og seinastu trettan minuttirnar av dystinum fekk KÍ trý mál afturat. Fyrst økti Ragna Andreasen til 4-1 og 5-1 í ávikavist 77. og 86. minutti, Kristbjørg Isaksen svaraði aftur í 88. minutti, nú KÍ-liðið var farið so langt fram á vøllin, men longu minuttin aftaná var Margit Joensen aftur á rætta stað og skoraði til endaligu støðuna 6-2 til KÍ.

Við sigrinum tryggjaði KÍ sær bronsuna. Tað verður ikki nøkur endurtøka av gullinum frá í fjør, men silvurið er framvegis í eygsjón. Um KÍ vinnur á HB komandi sunnudag, og B36 eisini vinnur á HB í seinasta umfarinum, samstundis sum KÍ tá vinnur heima móti EB, fara klaksvíkskvinnurnar upp um HB á stigatalvuni.

Tvíburðarnir Rannvá og Ragna Andreasen vera við móti HB sunnudagin, men tað verður seinasti dysturin hjá teimum við KÍ í ár. Tær skulu nevniliga til Rødovre at royna seg. Hetta liðið er ikki heilt ókent í Føroyum, tí tað er her, at Helga Ellingsgaard hevur spælt seinastu árini. Og nú koma so tveir føroyskir spælarar afturat á liðið, sum endaði á fjórða plássi í bestu donsku kvinnudeildini í fjør.


B36-kvinnurnar óhepnar

Oddaliðið B36 hevði hetta vikuskiftið vitjan av NSÍ-liðnum, sum hevur verið eitt sindur óútrokniligt í ár.

Hesaferð hevði NSÍ ein av sínum ringu døgum, og tær vóru hepnar bert at tapa 0-3.

B36 var óheppið, tí málúrtøkan kann gerast avgerandi, nú tað líður móti endanum av kappingini. Tær fingu trý mál, men kundu fingið fleiri, tá skot endaðu á stongini og út í staðin fyri á stongini og inn.

Sunnfríð Simonsen fekk hol á, tá fyrri hálvleikur var farin nakað út um helvtina. Í seinna hálvleiki syrgdi Arnbjørg Danielsen við tveimum málum fyri, at sigurin bleiv tryggur, men sum sagt kundi hann verið størri. Nú ræður um hjá oddaliðnum at vinna í Leirvík komandi sunnudag, so tær framvegis eru á odda, tá endabrakið verður móti HB.