B36 og KÍ stavn um stavn

Mest óvæntaða úrslitið í kvøld var tað, at B68 á heimavølli megnaði javnleik ímóti Víkingi

B36 er nýtt topplið, og KÍ er framvegis á øðrum plássi. Bæði liðini hava 20 stig, og bæði liðini hava sama málmun +9. B36 er á toppinum, tí B36 hevur skorað 20 mál, og KÍ hevur skorað 19 mál.

 

Tað meiri enn hálvkiksaði hjá Víkingi og HB, sum ikki megnaðu meiri enn javnleikir á ávikavíst Toftum og í Trongisvági. B36 og KÍ vunnu sera týdningarmiklar og teprar sigrar á útivølli á Argjum og á Skála, og trivaligasta sigurin í kvøld vann NSÍ, sum við 2-0 sigri í Fuglafirði steðgaði góðu gongdina hjá Jákupi Mikkelsen í Fuglafirði.

 

Sum ikki einaferð so vóru tað Klæmint A. Olsen og Árni Frederiksberg, sum vóru stóru og týdningarmiklu menninir hjá NSÍ. Klæmint umsetti brotsspark til mál, eftir at Árni Frederiksberg varð feldur uttarlaga í brotsteiginum í vinstru, og tað var eisini Árni Frederiksberg, sum legði upp við fínari sending úr høgru, tá ið Klæmint A. Olsen við framúr stútara og við rygginum ímóti málinum stýrdi bóltin dygst inn við stólpanum.

 

B36 var frammanfyri bæði 1-0 og 2-1 á Argjum, men AB svaraði báðu ferðir aftur. Tað sá einki út hjá B 36, tí Lukasz Cieslewicz var ikki førur fyri at koma aftur á vøllin eftir steðgin. Blaðungi Hannes Agnarsson var sera eyðsýndur í framrættaða partinum, og hann átti uppleggið til okkurt av málunum.

Jógvan Skeel Nolsøe setti hol á, og tað var eisini hann, sum skoraði sigursmálið.

 

Á Skála reið tað leingi um snarið. Tað var málleyst, inntil tað restaði ein minuttir, og skálamenn vóru ikki longri frá at skora, enn gestirnir vóru tað. Marginalirnir eru við røsku klaksvíkingunum, og ein minutt undan leikloki skoraði Páll A. Klettskarð sigursmálið. Kæti á klaksvíkingum og stórt vónbrot í heimaleguni.

 

Fleiri av føstu Víkinga spælarunum sótu á beinkinum. Tað tóktist ikki bila, tá ið Dánjal Pauli Lervig í sínum fyrsta dysti í ár setti hol á, eftir at Magnus Jarnskor hevði lagt innfyri. Carlos Herrero javnaði við fyrsta málinum, sum hann hevur skorað í Føroyum, men Magnus Jarnskor var aftur á rætta staðnum, tá ið hann legði Víking framum aftur. Otto Reinert Petersen javnaði til 2-2, eftir at Hákun Edmundsson hevði syrgt fyri forarbeiðnum.

Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, sást tað væl, at B68 hevði vunnið eitt stig, og at Víkingur hevði tapt tvey stig.

 

Við Stórá í Trongisvági endaði tað málleyst. HB legði betri fyri í báðum hálvleikunum, men TB svaraði aftur, uttan at tað eydnaðist liðunum at skjóta mál.

 

 

ÍF-NSÍ 0-2 (0-0)

0-1: Klæmint A. Olsen br 49.

0-2: Klæmint A. Olsen 64.

Dómari: Petur Reinert

ÍF: Oliver Korch – Leivur Joensen, John Daniel Guðjónsson, Jan Ó. Ellingsgaard, Alex José dos Santos – Karl Løkin, Kristoffur Jakobsen (Bogi Reinert Petersen, 70.) – Ari Ó. Ellingsgaard (Hanus Eliasen, 80.), Clayton Soares, Andy Ó. Olsen (Dánjal Pauli Højgaard, 89.) – Adeshina Lawal

Gult kort: Karl Løkin

NSÍ: Símun Rógvi Hansen – Monrad Holm Jakobsen, Jákup Andrias Gaardbo, Jens Joensen – Jóhan Jacobsen, Nikolaj Køhlert, Petur Knudsen, Jannik Olsen – Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen

Gult kort: Jens Joensen

 

B68-Víkingur 2-2 (0-1)

0-1: Dánjal Pauli Lervig 5.

1-1: Carlos Herrero 55.

1-2: Magnus Jarnskor 62.

2-2: Otto Reinert Petersen 74.

Dómari: Dagfinn Olsen

B68: Ragnar Lindholm – Otto R. Petersen, Ari Johannesen, Niklas Poulsen, Albert Róin Johannesen (Jógvan Ingvard Hansen, 15.) – Hákun Edmundsson, Pedro Tarancon Anton - Kristian Anton Andreassen (Jóhannus Hansen, 89.), Carlos Quintana Herrero, Michal Przybylski - Óli H. Olsen

Gult kort: Hákun Edmundsson, Michal Przybylski, Óli H. Olsen

Víkingur: Geza Turi – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Jákup Vatnhamar Olsen – Gert Hansen (Hans Jørgen Djurhuus, 50.), Gunnar Vatnhamar – Magnus Jarnskor (Philip Djordjevic, 73.), Heðin Hansen, Dánjal Pauli Lervig (Sámal Jákup Joensen, 55.) – Jón Krosslá Poulsen

Gult kort: eingin

 

Skála-KÍ 0-1 (0-0)

0-1: Páll A. Klettskarð 90.

Dómari: Kári J. á Høvdanum

Skála: Andras Gango – Teitur R. Joensen, Pætur Dam Jacobsen, Fritleif í Lambanum, Jákup Jacobsen – Pauli G. Hansen (Brian Jacobsen, 46.), Edvin Jacobsen, Ólavur Mikkelsen - Jákup Johansen, Jónhard Frederiksberg (Ari Olsen, 75.), Álvur F. Christiansen

Gult kort: Fritleif í Lambanum

KÍ: Kristian Joensen – Sørmundur Kalsø, David Langgaard, Jonas Flindt Rasmussen, Ísak Simonsen – Niels Pauli Danielsen (Hjalgrím Elttør, 46.), Jákup B. Andreasen, Súni Olsen (Tórur Justesen, 46.), Heðin Klakstein (Atli Danielsen, 73.) – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð

Gult kort: Tórur Justesen, Ísak Simonsen

 

AB-B36 2-3 (1-2)

0-1: Jógvan Skeel Nolsøe 7.

1-1: Dmitrije Jankovic 23.

1-2: Róaldur Jakobsen br 26.

2-2: Patrik Johannesen br 65.

2-3: Jógvan Skeel Nolsøe 72.

Dómari: Alex Troleis

AB: Heðin Stenberg – Sørin Samuelsen, Rói Danielsen, Dmitrije Jankovic, Sandri Færø (Jónas Stenberg, 72.) – Aron Clementsen, Dan í Soylu (Bjarki Nielsen, 80.), Bárður Olsen (Kári Nielsen, 78.) – Rasmus Dan Sørense, Patrik Johannesen, Símun Samuelsen

Gult kort: Símun Samuelsen, Rói Danielsen 

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Andrias Eriksen, Bjarni Petersen, Jónas þór Næs - Róaldur Jakobsen, Gestur B. Dam – Benjamin Heinesen, Lukasz Cieslewicz (Høgni Madsen, 46./Alex Mellemgaard, 65.), Hannes Agnarsson  (Pætur Petersen, 84.)- Jógvan Skeel Nolsøe

Gult kort: Tórður Thomsen, Gestur B. Dam, Bjarni Petersen, Benjamin Heinesen

 

TB-HB 0-0

Dómari: Lars Múller

TB: Joslain Mayebi – Carl M. Bech (Absalon Eliasen, 60.), Teitur Olsen, Árni Rúnar Ӧrvarsson, Ragnar Joensen – Heini Mikal Mortensen, Salmundur Bech, Teitur W. Justinussen  – Albert Adu, Kofi Appiah (Signar Olsen, 84.), Eirikur Ellendersen (Hervé Din Din, 70.)

Gult kort: Kofi Appiah, Teitur W. Justinussen

HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Bartal Wardum, Ári Mohr Jónsson – Tróndur Jensen, Magnus Egilsson (Jákup F. Hansen, 74.) – Christian R. Mouritsen (Ari Mohr Olsen, 60.), Teit Jacobsen, Poul Ingason (Adrian Justinussen, 62.) – Øssur Dalbúð

Gult kort: eingin

 

B36 20

KÍ 20

Víkingur 19

NSÍ 18

HB 18

ÍF 14

Skála 9

TB 9

AB 5

B68 4

 

11. umfar

Mánadagin 16. mai

Annar hvítusunnudag

KÍ-HB

Víkingur-ÍF

NSÍ-Skála

B36-B68

AB-TB