B36 ríður á aldukambinum

Trý mál í 12 minuttir í fyrra hálvleiki bóru við sær, at spurningurin bara var, hvussu stórur sigurin við Margáir fór at vera

Fyri einum lítlum mánað síðani noyddust teir í EB/Streymi úr Gundadali við 5-0 tapi ímóti B36. Í dag hittust hesi bæði feløgini aftur. Nú átti EB/Streymur heimavøll við Margáir, og tað gekk umleið soleiðis, sum tað gjørdi fyri fýra vikum síðani.

 

B36 vann 5-1. Sigurin ber við sær, at B36 er á bronsuplássi, og tað verður einki øðrvísi, um tað í morgin eydnast HB at vinna á Skála, tí munurin millum grannarnar í Gundadali er í kvøld fýra stig.

 

Einki bendi fyrstu minuttirnar á, at talan fór at vera um B36 avhølving. Miðvallarin Elias El Moustage legði beinanvegin EB/Streym á odda við fínum skoti av brotsteigarmarkinum og eftir innlegg úr vinstru, men B36 fótaði sær, og frá 12. og til 24. minutt skoraði B36 trý mál.

 

So var støðan 3-1, og tveir minuttir undan steðginum økti Andrass Johansen um munin til 4-1. Tá ið Filip Djordjevic hjá EB/Streymi fimm minuttir eftir steðgin sá beinleiðis reytt, var spurningurin bara, hvussu stórur B36 sigurin fór at verða.

 

Við tí í huga, at steypadystur verður mikukvødið, vórðu sleiri av lyklaspælarunum hjá B36 skiftir út í seinna hálvleiki. Innskifti Uros Stojanov staðfesti 5-1 sigurin, tá ið tað restaðu 10 minuttir.

 

Síðstu ferðirnar hava Michal Przybylski, Brian Jakobsen og Andrass Johansen verið sera eyðsýndir í framrættaða partinum hjá B36, og tað vóru teir, sum skoraðu og annars áttu stóran lut í væl upplagda B36 álopinum í fyrra hálvleiki.

 

Andrass Johansen átti næstsíðsta fótin á, tá ið Michal Przybylski javnaði til 1-1, og Andrass Johansen átti uppleggið, tá ið Brian Jakobsen við typiskum áleypara máli legði B36 framum 2-1. Michal Przybylski var tvífaldur málskjútti eftir upplegg frá sera arbeiðssama og eyðsýnda Bjarka C. Nielsen, og í seinna hálvleiki átti Michalæ Przybylski uppleggið, tá ið Uros Stojanov skoraði til 5-1.

 

Verjuparturin hjá heimaliðnum var sum tíðin leið alt minni sannførandi, og tá ið mótbrekkan varð, sum hon eftir ein hálvan tíma varð, kendist tað eisini aftur í framrættaða partinum.

 

-Eftir steðgin royndu vit at halda uppá bóltin, og sigurin var tryggur. Í fyrra hálvleiki var tað ikki so trygt, tá ið teir løgdu seg á odda, men tíbetur var úrtøkan stór úr møguleikunum, sum vit spældu okkum til, og nú gleða vit okkum til steypadystin mikukvøldið ímóti Víkingi, sigur Andrass Johansen.

 

-Tað er eingin umbering, tá ið úrslitið er 5-1. Fyrri hálvleikur var undirhaldandi við nógvum nærdystum, og liðini mundu hava umleið eins nógvar stórar møguleikar. B36 var effektivari, og í seinna hálvleiki varð tað ógvuliga tungt, sigur EB/Streyma venjarin Jákup Martin Joensen.