B36 setir segl

Møguliga fer B36 at styrkja seg við útlendskum leikarum, nú teir skulu gera enn eina roynd at vinna meistaraheitið til felagið

Av heimasíðuni síðuni hjá B36, sum ikki er almenn enn, frættist, at hópur felagsins møguliga verður styrktur við einum ella tveimum útlendskum leikarum.

Talan sigst vera um ein álopssinnaðan miðvallara úr Svøríki umframt ein verjuleikara úr Noregi.

Talan skal vera um leikarar, sum nýggi svenski venjari felagsins, Pelle Andersson hevur havt samband við, og sum báðir hava sýnt áhuga í at koma til Føroya at leika.


Ikki óhugsandi

Kristian á Neystabø, formaður í B36, vil hvørki vátta ella avsanna tíðindini, við tað at hann metir, at tað enn er komið ov stutt áleiðis í hesum máli, men samstundis sigur hann, at tað ikki er óhugsandi at hópurin verður styrktur við útlendskum leikarum.

Hann sigur at teir í løtuni rokna við, at leikarahópurin verður á leið tann sami sum seinasta ár hóast nakað av til- og frágongd hevur verið, men at tað annars veldst um, hvørjar broytingar verða hópinum komandi ár.

Við hesum sipar formaðurin helst til, hvussu lagnan hjá Jens Kristiani Hansen fer at verða, nú hann í nakrar mánaðir roynir seg í skotskum fótbólti. Um núverandi leigusáttmálin seinni vísur seg at gerast til eitt keyp av liðformanninum, er talan í hvussu so er um ein sera týdningarmiklan part av hópinum, sum tá er broyttur.