B36 hevur fingið eina stak vánaliga byrjan upp á kappingarárið 2005. Ein ósigur fyri NSÍ í Gundadali og ein heppin javnleikur móti uppflytarunum TB á Tvøroyri er ikki nóg gott, tá ið málið er at vinna FM-heitið. Hetta ásanna teir í B36 eisini, og tí er kravið sunnudagin, tá ið EB/Streymur kemur á vitjan ein sigur.
Ivi um Klæmint
Manningin hjá B36 til dystin sunnudagin verður allarhelst tann sama sum á Tvøroyri. Ivi er tó um stríðsmannin á miðvøllinum Klæmint Matras, sum hevur ein skaða at dragast við. Klæmint hevur ikki vant í vikuni, tí roynt hevur verið at spara hann í eini roynd at fáa hann kláran til dystin móti sundalagsmonnum.
Verjuleikarin hjá B36, Herbert í Lon Jacobsen, sigur, at teir eru ógvuliga svangir eftir stigunum, og tað er ikki nóg gott bert at hava fingið tað eina stig til høldar, nú tvey umfør eru farin aftur um bak.
- Um vit ikki fáa ein sigur sunnudagin, so fara fólk at tosa um kreppu. Tað noyðast vit at liva við, tí vit spæla við B36, og málið er føroyameistaraheitið. Tì haldi eg eisini, at tað eigur at verða soleiðis, at fólk skulu hava loyvi at tosa um kreppu, um vit ikki koma í gongd nú, sigur Herbert í Lon Jacobsen.
Nógv ivamál hjá sundalagsmonnum
Hjá EB/Streymu er greitt, at teir noyðast at verða fleiri týðandi leikarar fyriuttan. Verjuleikarin Fróði Clementsen er framvegis skaddur, og hann verður tí ikki við móti barndómsfelagnum. Harumframt er greitt, at heldur ikki Hallur Jacobsen verður tøkur til dystin í Gundadali.
Toppskjúttin í landskappingini í fjør, Sonni L. Petersen, var ikki við móti Skála seinasta sunnudagin, tí at hann lá sjúkur, men hóskvøldið vandi hann við aftur fyri fyrstu ferð, og hann verður tí við í hópinum. Spurningurin er so, um hann verður millum teir fyrstu ellivu, ella um ungi Leif Nicalssen fær ein møguleika afturat í álopinum.
Royndi verjuleikarin Andrej Pacek hevur verið skaddur, men er farin at venja aftur, og hann verður óivað við sunnudagin.
Ein av royndaru leikarunum hjá EB/Streymi er Jákup Martin Joensen. Hann sigur, at teir vænta sær ein truplan dyst sunnudagin, tí at B36-leikararnir eru ógvuliga svangir eftir einum sigri. Hinvegin heldur Jákup Martin, at tað kann verða ein fyrimunur fyri EB/Streym, at tað er so stórt trýst á heimaliðið. Hann leggur afturat, at tað er einki at ivast í, at EB/Streymur fer eftir øllum trimum stigunum í Gundadali sunnudagin.