B36 skal út um Havnina

Hjá B36 eru allir teir tøkir, sum seinastu vikurnar hava verið við til at manna liðið. Ingi Højsted er farin av venja aftur, men miðvallarin verður neyvan tøkur í Klaksvík.

 

Hjá KÍ stendur ikki heilt so væl til á manningarsíðuni.

Vánirnar fyri at Símun Joensen fer at spæla eru ikki góðar. Símun, sum seinastu ferðirnar hevur verið vongverji í vinstru, er plágaður av skaða í hælsinuni. Hann hevur ikki vant seinastu vikuna, og tað sær einki út upp undir vikuskiftið. Harley Bertholdsen er ein møguleiki á vinstra vongverja. Ein annar møguleiki er Sigmund Jacobsen, sum breyt beinið í fjør. Hann hevur spælt á næstbesta liðnum higartil í ár.

Kristian á Lakjuni hevur trupulleikar við fótliðnum. Á plusssíðuni verður Ove Nysted við aftur, eftir at hann hevur verið uttanfyri tær seinastu ferðirnar, og tað verður roknað við, at Bjarni Jørgensen aftur fer at venja í næstu viku