B36 slapp við hvøkkinum

Gestirnir fingu trý sera týðandi stig við sær av Eiðinum, og nú hevur árstalsfelagið møguelikan at koma heilt fram í oddin um vikuskiftið

Hóast tey í B36 ivaleyst fylgdu væl við gongdini í dystinum í Havn, har Skála vitjaði HB. Sum tann dysturin fall út, so betraði tað um støðuna hjá B36 í oddastríðnum, men fyrst og fremst, so ráddi um hjá teimum hvítu og svørtu at hugsa um egið avrik.
Longu týskvøldið var B36-hópurin farin til Vágs, og fyrstu løtuna av dystinum tóktist hetta eisini geva úrslit.
Í øllum førum var lítil og eingin ferðamøði at hóma hjá gestunum, sum fyrsta hálva tíman spældu sera skjótan og góðan fótbólt. Nakrir góðir møguelikar spurdust eisini burturúr, men í flestu førum eydnaðist tó VB-verjuni og Bjarna Johansen at verja fyri.
Hol kom tó á, tá nýklækta pisan á B36-liðnum, Bergur Midjord, var seinasti maðurin á einum sera væl gjøgnumspældum álopi. Og fleiri ferðir eftir hetta hótti B36 aftur VB-málið, men rættiliga staðfest leiðsluna megnaðu teir ikki.

Dýrt verjumistak
Ístaðin kom VB betri við í dystin, og tá farið varð til hálvleiks, mundu bæði spælarar og áskoðarar vera samd um, at enn var nógv eftir at spæla um í dystinum.
VB byrjaði eisini væl eftir steðgin. Spælið var nú ikki eins gott, sum tað var fyri steðgin, men fyri tað nógva royndu vertirnir at trýsta geistirnar, sum nú spældu væl meira kontrollera. Einamest varð roynt at halda fast um leiðsluna, meðan møgulig kontra skuldu skapast við longum bóltum niðan móti áleyparunum.
Men tað skuldi eitt grefligt verjumistak til, áðrenn B36 økti um leiðsluna. Eingin vandi tóktist annars vera á ferð, tá Allan Mørkøre brádliga fekk fatur á bóltinum. Hann sá, at Bjarni var farin nakað langt úr málinum, og so lyfti hann bara beinleiðis í kassan úr stórari frástøðu.
Hetta kundi kanska punkterað botnliðið fullkomuliga, men tað hendi ikki. Heldur tvørtur ímóti, so treiskaðust vágbingarnir enn meira, seinastu løtuna løgdu teir nógv fyri í royndunum at koma til møguleikar. Tað eydnaðist eisini at minka, tá Símun Samuelsen breyt ígjøgnum í vinstru, áðrenn hann sendi bóltin innfyri, og har kom Nenad Zivanovic við fullari ferð og stútaði í kassan.
Og tað var eisini um reppið, at sami Nenad tryggjaði VB annað stigið við seinasta sparkinum í dystinum. VB satsaði at kalla alt seinastu minuttirnar, og tað gav spentar støður í báðum endum, tá B36 eisini kontraði móti tunnu verjuni. Størsti møguleikin kom tó í seinastu sekundunum. Bjarni Johansen! sendi fríspark inn í brotsteigin, har 21 mans stríddust sum frægast. Alt endaði við, at bólturin datt fyri føturnar á Nenad, sum langaði til - men beint omanfyri.

Hugburðurin í lagi
Og so slapp B36 við skrekkinum, eftir at teir annars í langa løtu tóktist hava gott tamarhald á dystinum. Í øllum førum kundu teir fegnast um, at frástøðan upp til oddin nú bara er tvey stig, og tá HB hevur spælt ein dyst meira, kann B36 altso klintra upp á tindin sunnudagin, tá teir vitja í Fuglafirði. Men til tað krevst so ein sigur.
Hjá VB mundi tað í løtuni efir dystin kennast sum enn eitt av hesum troystarsleysu tapunum, men hóast hetta, so vóru glottar tó at hóma. Ikki minst mundu áskoðararnir frøast um hugburðin, sum spælararnir sýndu hóast tungu brekkuna, og verður hesin varðveittur, er á ongan hátt óhugsandi, at 100 ára veitslan í heyst kann markerast við onkrum øðrum enn eini keðiligari niðurflyting.