B36 til Georgia í morgin

Sunnudagin 14. juli fara greipuvinnararnir frá í fjør, B36, til Georgia til teirra higartil torførastu uppgávu í ár. Tá er Champions League dysturin móti goeorgisku meistarunum, Torpedo Kutaisi, á skránni, og verður dysturin leikur mikukvøldið 17. juli

Í morgin gongur leiðin hjá føroyameistarunum B36 til Georgia, har liðið mikukvøldið skal í eldin móti georgisku meistarunum Torpedo Kutaisi. Hetta verður uttan iva torførasta uppgávan hjá B36 í ár, tí umframt, at tað ikki hevur gingið væl í hond í landskappingini hjá greipuvinnarunum í ár, har liðið er á einum sætta plássi, liggur georgiska liðið sannførandi á odda í heimligu kappingini.

Jens Kristian skaddur
B36 fær sostatt brúk fyri leikarum við nógvum altjóða royndum, og í hesum føri er tað sera óheppi, at sjálvur liðskiparin á A-landsliði okkara, Jens Kristian Hansen, ikki verður tøkur til dystin mikukvøldið. Royndi verjuleikarin hevur í longri tíð verið darvaður av skaða, og hann verður ikki klárur til Champions League dystin móti Torpedo Kutaisi. Hinvegin er at fegnast um, at ein annar føroyskur landsliðsleikari, Julian Johnsson, er komin aftur til felagi, og fær fyrrverandi Hull City leikarin uttan iva stóran týdning fyri B36 miðvøllin mikukvøldið.
Umframt Jens Kristian Hansen er annar rumenin á B36 liðnum, Din Sandu, framvegis uttanfyri við skaða, meðan langtíðarskaddu leikararnir Niels Joensen og Áki Mørk heldur ikki eru tøkir.
B36 spælir sum sagt mikukvøldið 17 juli í Georgia, meðan returdysturin verður 24 juli á Tórsvølli.