B36 turkurin er av

Brian Jakobsen umsetti einasta málmøguleikan til mál, meðan 07 Vestur ikki megnaði at vinna úrtøku úr fleiri góðum málmøguleikum

Eftir trý tap á rað vann B36 í dag trý stig. Úrslitið á útivølli ímóti 07 Vestur var 1-0 til B36. Málið skoraði Brian Jakobsen, tá ið ein tími var farin. Magnus Egilsson legði við frísparki fram úr høgru, og mitt fyri málinum og úr stuttari fjarstøðu var Brian Jakobsen púra leysur, tá ið hann við høvdinum setti bóltin mitt í málið. Hetta var fyrsti og einasti málmøguleikin hjá B36 á Dungasandi í dag.

 

Hetta var sætta ferðin, at Brian Jakobsen var málskjútti í ár. Hann er nú toppskjútti hjá B36.

 

-Vit vunnu trý stig undir torførum umstøðum. 07 Vestur spældi væl, og tá ið tað kortini eydnaðist at vinna fulla úrtøku, so er hetta ógvuliga týdningarmikil sigur fyri okkum, sigur B36 venjarin Dan Brimsvík.

 

Tað er einki at undrast á, at teir í 07 Vestur eru vónbrotnir. Heimamenninir høvdu fríska lotið undan í fyrra hálvleiki, og bæði undan vindinum og í seinna hálvleiki spældi heimaliðið seg til fleiri góðar málmøguleikar, uttan at tað eydnaðist at skora mál.

 

07 Vestur hevur nú skorað 14 mál í 14 dystum, og í dag var tað ógvuliga sjónskt, at stóri trupulleikin hjá vágaliðnum er, at tað ikki eydnast at umseta málmøguleikar til mál.

 

Jaspar Van Der Heyden var við í nógvum, og í trimum førum ella fleiri enn so, var hann um reppið at skora. Stórur hálvur tími var farin, tá ið hann eftir eitt tvey samanspæl við Mads Borchers var leysur frammanfyri Mattias H. Lamhauge, sum bjargaði.

 

Og seks minuttir undan steðginum átti Jasper Van Der Heyden aftur upp á spæl, tá ið hann sneiddi seg leysan og legði út frá baklinjuni í vinstru. Nýggi vongverjin í vinstru Rasmus Knudsen var púra leysur, men hann sendi bóltin omanfyri málið.

 

07 Vestur var væl skipað, og í seinna hálvleiki – bæði fyri og eftir málið – var tað fleiri ferðir um reppið, at tað eydnaðist at skora. Næst við var Jasper Van Der Heyden, tá ið hann aftanfyri handara stólpa og við høvdinum sendi bóltin í stólpan, eftir at vongverjin í høgru Mathias Voss steyk ígjøgnum og legði innfyri.

 

-Hetta kennist tungt. Vit spældu okkum til góðar málmøguleikar, og vit hildu teimum frá málmøguleikum, og kortini vinna vit einki, tí einasti møguleikin, sum vit góvu teimum við ikki at dekka upp, bar mál við sær. Um vit halda fram við at spæla soleiðis, sum vit gjørdu í dag, so eiga vit at røkka málið, sum er at enda omanfyri strikuna, sigur 07 Vestur venjarin Michael Schjønberg.

 

 

 

07 Vestur – B36 0-1 (0-0)

 

0-1: Brian Jakobsen 61.

 

Dómari: Dagfinn Forná

 

07 Vestur: Silas Eyðsteinsson – Mathias Voss, Daniel Obbekjær, Martin Tausen, Rasmus Knudsen – Teitur Olsen (Jóannis á Steig, 88.), Janus Svabo Samuelsen, Høgni Egilstoft Nielsen, Jasper Van Der Heyden – Ronni Møller-Iversen (Eiler Fróðason, 85.), Mads Borchers

 

Gult kort: eingin

 

Venjari: Michael Schjønberg

 

B36: Mattias H. Lamhauge – Símun Sólheim, Thor Høholt, Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Egilsson (Benjamin Heinesen, 78.) – Magnus Holm Jacobsen (Ragnar Samuelsen, 78.), Eli Falkvard Nielsen, Michal Przybylski – Hannes Aagnarsson (Bjarki C. Nielsen, 78.), Brian Jakobsen (Lukas S. Enevoldsen, 88.), Martin Agnarsson (Andreas Thomsen, 91.)

 

Gult kort: Eli Falkvard Nielsen, Thor Høholt

 

Venjari: Dan Brimsvík

 

-

 

14131039240
Víkingur141112441234
HB14743271825
B3614716251222
EB/Streymur14626172520
AB14518233816
NSÍ14509193515
07 Vestur14338143212
B6814329133211
Skála1405912275

 

 

 

-

 

15. umfar

 

Mikudagin 29. juni

 

KÍ – NSÍ

 

Fríggjadagin 1. juli

 

Skála – AB

 

Leygardagin 2. juli

 

Víkingur – B36

 

B68 – HB

 

07 Vestur – EB/Streymur