B36 tveitt úr 2 deild

- Av tí, at 2. deildarliðið hjá B36 ikki hevur møtt til fleiri dystir í landskappingini 2008, hevur Kappingarnevndin á fundi tikið avgerð um at koyra B36 úr kappingini hjá 2. deild hjá monnum. Soleiðis skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum. Árstalsfelagið er ikki møtt til tríggjar av teimum seks útidystinum, sum teir eftir skránni skuldi havt spælt. Hetta fær nú avleiðingar, og B36 sleppur ikki longur at luttaka í kappingini. Allir dystir og mál sum eru leiktir móti B36 verða tískil strikaðir.