2.lið hjá B36 vann aftur hetta vikuskiftið ein torføran útidyst. Seinasta vikuskiftið vann árstalsfelagið heima á Sandi, og hesuferð stóðu sumbingar fyri skotum. Í góðveðrinum á Krossinum í Sumba vann B36 við einum máli ímóti ongum.
Javnur fyrri hálvleikur
Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, og mesta av spælinum fór fram á miðjum vølli. Báðir partar høvdu eisini torført við at spæla seg fram til rættiligar málmøguleikar í fyrra hálvleiki.
Tó so, einaferð kom Sumba-framherjin, Eirikur Joensen, at standa brendi inni á fimm-metrinum, men hann brendi stóra møguleikan. B36 hevði eisini ein stóran møguleika miðskeiðis í hálvleiki, eftir at sumbingar ikki fingu bóltin burtur, men B36-leikaran fekk ikki skot á.
Sumbingar høvdu eisini nøkur skot útifrá, men antin stóð B36-málverjin, Magnus Poulsen, teimum í vegin, ella fóru skotini við síðurnar av málinum.
Hálvleikstøðan var 0-0, og hetta var góð mynd av dystargongdini, har bæði høvdu líka nógv spæl, og har hvørgin partur skapti teir stóru málmøguleikarnir.
Eyðun avgjørdi
Í seinna hálvleiki loysnaði eitt sindur upp, og spælið gjørdist meira ágangandi frá báðum pørtum. Ágangandi spælið hevð eisinivið sær, at fleiri møguleikar vóru á bæði mál.
Eyðun Højgaard hevði stóran møgleika fyri gestirnar miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá hann varð leysur við málverjanum, men Sumba-málverjin bjargaði.
René Thomsen hevði eisini eina naska roynd á B36 málið tíðliga í seinna hálvleiki, men Magnus Poulsen stórbjargaði.
Sum hálvleikurin gekk, mundu áskoðararnir helst ásannað, at talan var um ein málleysan dyst, men seks minuttir fyri leiklok, fall einasta málið í dystinum. Bergur Midjord fær eina langa sending, sum hann ímillum fleiri Sumba-verjuleikarar fær fatur á, og finnur hann ein leysan Eyðun Højgaard, sum kundi leggja B36 á odda.
Tað, sum var eftir av dystinum royndi Sumba at trýsta, men B36´arnir hildu fast, og kunnu fegnast um at fáa fulla úrtøku úr torføra útidystinum á Krossinum.
Hjá sumbingum ósigurin dátt við, tí nú eru seks stig upp til oddaliðið, FS Vágar, og samstundis eru hini liðini farin at nærkast sumbingum. Nærmastu kappingarneytarnir til upp- og niðurflytingar dystirnar, eru B71 og LÍF, sum bæði hava 15 stig- trý færri enn Sumba.
Fyri B36 hevði sigurinvið sær, at havnarliðið nú er á einum býttum triðja plássi við NSÍ. Fyri tveimum umførum síðan lá B36 á næst-niðasta plássi, og eftir tveir sigrar er teri nú endaðir á triðja plássi. Hetta sigur avgjørt nakað um hvussu javnt tað er í aðru deild í løtuni.
Dysturin í tølum:
Sumba-B36 0-1 (0-0)
0-1 Eyðun Højgaard