Hol varð sett á stóra steypafinaluvikuskiftið hjá Fótbóltssambandið Føroya seinnapartin, tá ið fyrsta steypafinalan byrjaði á Tórsvølli kl.17.30. Talan var um høvuðsstaðaruppgerð ímillum HB og B36 í U18 hjá gentum.
B36 hevði eina lítla yvirvág í fyrra hálvleiki, og eina løtu fyri hálvleikssteðgin løgdu tær seg á odda 1-0 eftir eitt hornasparksinnlegg. Tað var Karina Sjóvará, sum syrgdi fyri, at tær hvítu vóru á odda 1-0 í hálvleikinum.
Tað gekst illa hjá HB at svara aftur. B36 legði fyri sum eitt ódnarveður í seinna hálvleiki, og eftir góðum korteri høvdu tær økt til heili 5-0. Nærum alt fyri eitt økti Lív Rúnadóttir til 2-0, og so var tað Emma T. Stórá, ið varð skrásett fyri sjálvmál. 3-0.
Málini til 4-0 og 5-0 gjørdi Emma Hansdóttir. Í báðum førum var talan um frísparksperlur úr góðu 30 metrum. Báðu ferðirnar sang bólturin í málhorninum. Sum heild útmerkaði B36-verjan seg og gav lítið og einki burtur til HB.
HB fekk pyntað um úrslitið við brotssparksmáli frá Ninnu Hansen, men tað var tó B36, sum fekk síðsta orðið í hesari vælspældu steypafinaluni. Tað var dagsins leikari, Marjun Danielsen, sum setti krúnuna á verkið og gjørdi tað til endaliga úrslitið, 6-1 til B36.
Ein finala er eftir á skránni í kvøld. Tað er finalan í U21 monnum ímillum HB og EB/Streym. Tann finalan byrjar kl.20.00.
B36 – HB 6-1 (1-0)
1-0: Karina Sjóvará, 29.
2-0: Lív Rúnadóttir, 42.
3-0: Emma T. Stóra, 46. (sjálvmál)
4-0: Emma Hansdóttir, 51.
5-0: Emma Hansdóttir, 57.
5-1: Ninna Hansen, 59 (brotsspark)
6-1: Marjun Danielsen, 69.