B36 vann trygt í Hólmanum

Høvuðsstaðarfelagið fór til Havnar við stórsigri ímóti tannleysum heimaliði

Fyri viku síðani vann EB/Streymur óvæntaðan sigur ímóti NSÍ. Í kvøld var felagssliðið ikki í nánd av nøkrum líkinda úrsliti ímóti B36, sum vann 4-0.

 

B36 hevði tamarhald og munin allatíðina, og sigurin kundi í grundini verið størri. Heimaliðið hótti sjáldan og lítið.

 

B36 skoraði eitt mál í fyrra hálvleiki. Hugin Samuelsen, sum var settur í álopið at spæla, stútaði eitt innlegg frá Hannis Agnarsson í kassan við aftaru stong. B36 var nær við at økja, og heimliðið kundi vera nøgt við at fara til hálvleiks við 0-1.

 

Seinni hálvleikur var ikki meira enn byrjaður, so hevði B36 økt til 2-0. Ragnar Samuelsen kom ígjøgnum í høgru og legði innfyri, har Árni G. Olsen fekk fótin á, men beint til Hannis Agnarsson, ið sendi í málið til 2-0.

 

EB/Streymsverjan var um ein háls, og B36 økti tvær ferðir eftir ferðmikil álop. Fyrst skoraði Hugin Samuelsen eftir kontrarenning frá Benjamin Heinesen, og síðani skoraði Benjamin sjálvur eftir gjøgnumbrot frá Hugin Samuelsen.

 

B36 vann trygt og uppiborið. EB/Streymur maktaði lítið í dag. Næstu ferð spælir EB/Streymur týðandi dyst í Trongisvági. B36 skal takast við suverena oddaliðið KÍ.

 

 

 

EB/Streymur-B36 0-4 (0-1)

 

0-1: Hugin Samuelsen 29.

 

0-2: Hannis Agnarsson 46.

 

0-3. Hugin Samuelsen 63.

 

0-4: Benjamin Heinesen 69.

 

Dómari: Kári á Høvdanum

 

EB/Streymur: Kristian Joensen – Heðin Klakstein, Árni G. Olsen, Andrass Ó. Olsen (Mikkjal Hellisá, 76.), Ári Arge – Elias Moustage, Hjalti K. Djurhuus (Rói H. Olsen, 79.) – Ronni Møller Iversen (Ragnar Danielsen, 83.), Símun Sólheim, Niklas Kruse – Gutti Dahl-Olsen

 

Gult kort: Árni G. Olsen, Hjalti K. Djurhuus, Ronni Møller-Iversen

 

Venjari: Jákup Martin Joensen

 

B36: Mathias Lamhauge – Ragnar Samuelsen, Lukas Enevoldsen, Andrias Eriksen (Bjarni Petersen, 73.), Martin Agnarsson – Magnus H. Jacobsen (Sebastian Pingel, 79.), Mathias Thrane – Hannes Agnarsson (Andrass Johansen, 86.), Benjamin Heinesen, Bjarki Nielsen – Hugin Samuelsen

 

Gult kort: Eingin

 

Venjari: Dan Brimsvík