B36-viðhaldsfólk sleppa til Belfast

Í B36 eru teir ikki illa nøgdir við lutakastið, nú teir skulu møta Linfield FC úr Norðurírlandi í tí fyrsta undanumfarinum í Champions League.

 

Linfield er eitt gamalt, sigursvant fótbóltsfelag í Norðurírlandi, og var felagið stovnað so tíðliga sum í 1886.

 

Síðani 1890 hava teir vunnið írska og norðurírska meistaraheiti heilar 51 ferðir. Hartil hevur felagið vunnið írsku og norðurírsku steypakappingina heilar 42 ferðir. Í 1922 varð Ìrland deilt sundur, og hava írsku londini havt hvør sína fótbóltsligu síðani tá.

 

Heimavøllurin hjá Linfield FC er tann sami, sum hjá tí norðurírska fótbóltslandsliðnum, nevnliga Windsor Park. Sum navnið sigur, so er leikvøllurin uppkallaður eftir tí bretska kongshúsinum. Linfield FC spælir eisini í teimum somu litunum sum Glasgow Rangers, nevnliga bláar troyggir, hvítar brøkur og reyðar hosir. Liðið er kent fyri at verða eitt hitt mest protestantiska felagið í Norðurírlandi.

 

Ì skrivandi stund hevur Linfield ein skotskan og ein waliskan leikara, hinir eru allir norðurírar. Eingin er tó í námind av norðurírska landsliðnum. Norðurírska fótbóltsligan er ikki millum tær sterkastu, og í B36 síggja teir møguleikan fyri einum góðum samlaðum úrsliti.

 

B36 ber nú eisini soleiðis í bandi, at viðhaldsfólk kunnu sleppa við til Norðurírlands. Ì samstarvi við Atlantsflog skipar B36 fyri einum beinleiðis túri millum Vágar og Belfast. Farið verður úr Vágum sunnumorgun klokkan fimm, og komið verður aftur týskvøldið á midnátt. Dysturin verður annar spældur týskvøldið.

 

Kostnaðurin fyri ferðina er settur til 5.700 kr. fyri hvønn persónin. Tá er íroknað flogferð, gisting í tvær nætur, atgongumerki til dystin og buss av flogvølli til hotellið og av stadion til flogvøllin eftir dystin. Í B36 siga teir, at ferðin er sjálvandi treytað av, at undirtøkan er nóg stór, og at tað er týdningarmikið, at fólk siga frá skjótast møguligt.