B36 ynskir AB úr Effo-deildini

Í B36 vóna tey, at argjamenn flyta niður, tí tað kemur at hava ávirkan á felagið

Fyri kortum flutti næstbesta liðið hjá B36 úr 1. deild niður í 2. deild. Tað er tó ein møguleiki fyri, at B36 varðveitur plássið í 1. deild.

 

Les eisini: B36 flytir niður

 

Tað er um AB flytir niður úr Effo-deildini, tí so flytir næstbesta liðið hjá AB úr 1. deild niður í 2. deild.

 

B36 hevur í ár havt eina trupla tilveru í næstbestu deildini. Í seinnu hálvu hevur liðið roynt seg við eini bjargingarætlan, har royndir menn sum Klæmint Matras, Jan Guttesen, Jákup Martin Joensen og Rasmus Dan Sørensen hava hjálpt til.

 

Mikukvøldið tapti B36 fyri NSÍ, sum nú er tíggju stig frammanfyri árstalsfelagið í niðurflytingarstríðnum. Sostatt hevur B36 ongan møguleika at vinna sær sætið í næstbestu deildini á stigatalvuni.

 

Einasti møguleikan er um AB flytur niður.