Upp-/niðurflyting
Tað var spenningur til tað seinasta, tá næstbestu liðini hjá B68 og NSÍ leygardagin gjørdu av, hvør teirra skal spæla í ávíkavist aðru og triðju deild komandi kappingarár.
NSÍ vann fyrra dystin millum liðini 3-2, og tølini vóru júst tey somu ? tó hesaferð til B68 ? tá 90 minuttir vóru leiktir á Toftum.
Tí gjørdist tað neyðugt við umdysti, og her var B68 stinnara liðið. Kanska eisini tí NSÍ í vanligu leiktíðini hevði fingið mann riknan av vølli fyri hevndaratgerð, og sum um hetta ikki var nóg mikið, so fekk NSÍ enn ein mann riknan av vølli í longdu leiktíðini, soleiðis at teir bert vóru níggju mans á vøllinum seinastu minuttirnar.
Við sigrinum hevur B68 soleiðis tryggjað sær rætt at spæla í aðru deild komandi kappingarár, meðan NSÍ hinvegin noyðist tungu gongdina í triðju deild.
Dysturin í tølum:
B68-NSÍ (1-0)
1-0: Ronnie Svalbard
2-0: Jón Dávur Højgaard
2-1: Jústines Hansen
2-2: Bjarki Danielsen
3-2: Alex
4-2: Jadar