Árstalsfeløgini B71 og B68 settu í kvøld punktum fyri teirra lut í 1. deild í ár. Undan dystarbyrjan var B71 á áttanda plássi við 32 stigum. Tað vóru tíggju stig aftur til AB á níggjunda plássi, og harvið var tað greitt, at B71 eisini í 2021 verður partur av næstbestu deildini.
B68 vann í kvøld 2-1 á Sandi. Eftir fyrra hálvleik vóru toftamenn frammanfyri 1-0. Málið skoraði Fríði í Túni Petersen tíggju minuttir undan steðginum. Uppleggið átti Tonni J. Thomsen.
Hetta var bara onnur ferðin í ár, at Fríði var millum teir fyrstu ellivu og ikki varð skiftur út.
20 minuttir undan leikloki økti innskifti Andri Benjaminsen um B68 leiðsluna til 2-0.
Tveir minuttir seinni minkaði Klayver Nascimento um munin, og so vann B68 2-1.
B68 vann fimm hornaspørk, og B71 vann fýra hornaspørk.
B68 hevði fýra royndir ímóti B71 málinum, og B71 hevði tvær royndir ímóti B68 málinum.
B68 endaði á fjórða plássi, og nú fara toftamenn at fyrireika seg til í endaspæli at stríðast um pláss í bestu deildini. Um tað verður ímóti Skála ella AB verður greitt ímorgin.