FÓTBÓLTSKAPPING
Hetta er góð tíð fyri innandurakappingar í fótbólti. Eitt av feløgunum, sum á hvørjum ári bjóðar dreingjum og gentum at kappast, er B68. Soleiðis er tað aftur í ár. Í lýsing bjóðar B68 øllum dreingjum og gentum at taka lut í innandurakapping í ítróttarhøllini í Runavík í vikuskiftinum 11. og 12. februar. Kappingin verður nevnd Bassa Cup, og tað er Føroya Sparikassi, sum er høvuðsstuðul.
Kappast verður í ellivu bólkum. Yngstu bólkarnir eru pinkur og pinkulingar, sum eru 6-7 ára gomul, og tær elstu á gentusíðuni eru gentur 14-17 ár. Unglingarnir, sum eru 16-19 ára gamlir, eru elsti aldursbólkurin hjá dreingjunum.
B68 sigur, at síðsta freist at boða frá luttøku er 5. februar.