B68 bjóðaði av, men KÍ vann

Toftamenn vildu spæla við í fyrsta umfarinum av landskappingini, men heimaliðið kláraði at fáa sigurin heim, hóast tað stóð á ímóti endanum av dystinum

Fleiri av dystunum í ár hevur B68 spælt rættiliga verjukent. Teir hava møguliga ikki hildið seg verið so væl fyri, sum onkur av hinum liðunum, og tí hava teir lagt dentin á verjupartin og síðan skjót mótálop.
Men tey, sum væntaðu eitt verjukent B68-lið til dystin í Klaksvík, fóru skeiv. Toftamenn løgdu seg ikki bara aftur at verja, men bjóðaðu av fram eftir vøllinum eisini.
Fyrsta korterið av dystinum tóktist tað næstan, sum at heimaliðið var eitt sindur ørkymlað av ágangandi byrjanini hjá B68, og KÍ fekk ikki sítt spæla at ganga. B68 hevði fleiri royndir á KÍ-málið fyrsta partin av dystinum, og Súni Fríði Barbá og Øssur Hansen vóru við í tí mesta hjá gestunum.
Kjansirnir vóru ikki opnir, men royndirnar vóru frískar, og meira enn einaferð mátti Jákup Mikkelsen verja fyri.

KÍ fekk mál
Men so hótti KÍ einar tvær ferðir, og so gav tað úrslit beinan vegin. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var Erling Fles sendur av stað í vinstru, hann legði flatt inn til nærmastu stong, og har kom Jacob Bymer rennandi og stúrdi bóltinum hegnisliga í handara síðunet ? ein flott detalja av danska álopsspælaranum.
Jacob Bymer var størsta hóttanin hjá KÍ fram eftir vøllinum í fyrra hálvleiki, til hann noyddist av vøllinum við skaða. Hann átti tó at fingið eitt mál afturat, tá ið hann var púra leysur mitt fyri, men hann sendi innleggið himmalhøgt upp um málið.
Eftir at KÍ hevði fingið málið, fekk liðið meira spæl, og teir stýrdu hendingunum meira. B68 var ikki heilt so ágangandi longur, men teir høvdu onkrar atsóknir. Einu ferðina høvdu Øssur Hansen og Eyðstein Skipanes eina góða frísparkskombinatión, sum B68 helst átti at fingið meira burturúr.

Gekk báðar vegir
Í seinna hálvleiki leikaði á báðar vegir. KÍ royndi støðugt at fáa eitt mál afturat, so at sigurin var tryggjaður, meðan B68 royndi at fáa útjavnandi málið. Øssur Hansen kom eitt skiftið rættiliga upp í spælið, og hann var tann, sum skapti mest á liðnum hjá B68. Hann reikaði nógv um vøllin, og KÍ'arnir høvdu í løtum ilt við at steðga honum.
B68 fekk framvegis ikki teir opnu kjansirnar, so hvørt sum dysturin leið, royndu teir seg alt meira við longu bóltum fram í brotsteigin. Seinastu tíggju minuttirnar sendu teir Mortan Hansen inn sum triðja álopsspælaran, og tá trýstu teir heimaliðið í løtum. Longu bóltarnir kundu havt givið úrslit, men hesaferð kláraði KÍ-verjan at rudda burtur hvørjaferð, hóast tað stóð á onkuntíð.
KÍ royndi seg við mótálopum, og heimaliðið fekk eisini størsta kjansin stutt fyri leiklok, tá ið gott og kvikt spæl hevði við sær, at Arnold Joensen gjørdist leysur í høgru. Hann dró inn móti Albert Sævarssyni, men so sendi hann bóltin fram við málinum.
B68 gjørdi eina seinastu roynd, høvdu onkur hornaspørk, men mál fingu teir ikki.

Frísk toftaroynd
KÍ hevur ongan dyst tapt í steypakappingini ella landskappingini í ár, og hóast liðið ikki altíð hevur spælt sannførandi álopsfótbólt, so er liðið væl skipað, og tað er trupult hjá mótstøðuliðunum at spæla seg ígjøgnum.
B68 gjørdi tó ein fríska roynd hendan dagin, og við teimum spælarunum, sum liðið hevur fingið afturat seinastu vikurnar, eru tekin um, at úrslitini fara ikki at vera so vánalig, sum tey vóru í steypakappingini. Í øllum førum var himmalvíður munur á hesum B68-liðnum og tí, sum spældi fyrstu dystirnar í hesum árinum.
KÍ sleppur næstu ferð at royna seg ímóti B36 í Gundadali, meðan B68 skal spæla fyrsta dystin á nýggja graslíkisvøllinum á Svangaskarði ímóti GÍ sunnudagin.

Dysturin í tølum
KÍ-B68 1-0 (1-0)
1-0: Jacob Bymer
KÍ: Jákup Mikkelsen ? Leon Bjartalíð, Niclas Niclasen, Alexander Djordjevic, Marek Wierzbicki ? Arnold Joensen, Jan Joensen, Atli Danielsen, Símun Joensen (Eyðun Klakstein, 65.) ? Erling Fles (Julian Samuelsen, 83.), Jacob Bymer (Stig Edvin Aksnes, 44.)
Gult kort: Alexander Djordjevic, Símun Joensen, Leon Bjartalíð
B68: Albert Sævarsson ? Oleif Joensen, Herbert í Lon Jacobsen, Bogi Petersen, Kári Sigvardsen ? Jóhan Petur Poulesen, Eyðstein Skipanes, Mikkjal Thomassen, Øssur Hansen, Øssur Jacobsen ? Súni Fríði Barbá
Gult kort:
Dómari: Dagfinn Olsen