Eftir 13. umfar í næstbestu deildini er B68 uppaftur betri fyri í kappingini um at flyta upp í Formula deildini, enn toftamenn vóru undan hesum umfarinum.
B68 vann stóran sigur í dag, meðan ÍF og FSV04, sum eru tey næstu í røðini, býttu stigini ímillum sín.
Harvið er fjarstøðan frá B68 og aftur á 3. plássið 15 stig! Tað skal nógv venda niður seinni í ár, sum nú vendir upp, um B68 ikki tíðliga í heyst fer at tryggja sær pláss í Formula deildini 2008.
Úrslit í 13. umfari:
B68-B36 4-0 (0-0)
ÍF-FSV04 2-2 (1-1)
LÍF-HB 1-0 (0-0)
NSÍ-KÍ 4-3 (2-2)
SÍ-TB 1-1 (1-0)
Støðan
B68 37 stig
FSV04 29 stig
ÍF 22 stig
LÍF 19 stig
NSÍ 18 stig
TB 18 stig
SÍ 12 stig
HB 11 stig
KÍ 11 stig
B36 5 stig
Øll liðini hava spælt 13 dystir uttan HB og ÍF, sum hava spælt 12 dystir.
14. umfar verður leygardagin 23. juni:
LÍF-ÍF
TB-B68
HB-NSÍ
FSV04-KÍ
B36-SÍ