B68 er á odda í Sarpugerði

Víkingarnir trýstu øgiligt fyrstu løtuna í heimadystinum ímóti B68. Men tað eydnaðist teimum ikki at fáa mál, og smátt um smátt megnaðu toftamenn at blanda seg uppí.

B68 hevur dugað væl at tikið ferðina úr spælinum, og hetta hevur ikki líkað heimaliðnum.

Seks minuttir eftir steðgin legði B68 seg á odda. Kristian Anton Andreasen royndi seg við skoti úr høgru, Geza Turi hálvbjargaði, og Brian Andrésen var fyrstur á returbóltinum.