B68 fær nýggjan málverja

Tað verður ikki Michael Kokoszanek, sum verður í mál hjá toftamonnum komandi árið. Í løtuni tykist Tróndur Vatnhamar vera besta boðið um ein nýggjan málverja

Fótbóltur

Í fjør høvdu toftamenn pólverskan málverja á besta fótbóltsliðnum, men í ár røkist fyri, at talan verður um føroyska loysn.
Ymisk nøvn hava verið sett í samband við árstalsfelagið, men nú bendir nógv á, at talan verður um B36-málverjan, Trónd Vatnhamar. Tróndur vardi málið, tá B36 gjørdust meistarar í 2001, men í ár hevur spælitíðin verið lítil. Ikki minst eftir at hann í dysti móti júst B68 varð skaddur, og tá avloysari hansara stóð seg somikið væl, vann hann ikki plássið á besta liðnum aftur.
Formaðurin í B68, váttar eisini fyri Sosialinum, at samband hevur verið millum B68 og Trónda Vatnhamar, men hóskvøldið segði hann tað framvegis vera ov tíðliga at staðfesta, hvørt málverjin var á veg til felagið ella ikki.
- Har er so eingin avtala komin upp á pláss enn, og fyrr enn tað er greitt, kann eg ikki svara nøkrum, var einasta viðmerkingin, sum vit fingu frá B68-formanninum.