Á heimasíðuni hjá felagnum, www.b68.fo, sigur B68 frá, at ein pólverji fer at vera álitið í málinum komandi kappingarár.
Talan er um 32 ára gamla Jacek Przybilski, sum áður hevur vart málið hjá Wisla Krakow í bestu pólsku deildini.
Nýggi málverjin kemur ætlandi til landið hósdagin í hesi vikuni, og fer tá alt fyri eitt undir venjingina saman við nýggju liðfeløgum sínum á Toftum.