B68 hevði tvey leikbann í seinasta dysti, men bæði Øssur Jacobsen og Jóan Petur Poulsen hava loyvi at spæla aftur sunnudagin. Øssur er tó ivasamur orsaka av einum skaða.
Harafturat verður eisini roknað við, at Magnus Jakobsen og Kristian Anton Andreasen, ið hava verið skaddir, kunnu spæla um vikuskiftið.
Bíðað verður framvegis eftir loyvum til hollendska spælaran Ralph van Dooren, men hetta loyvi nærkast í hvørjum.
GÍ stillaði úti við sterkastu manning í dystinum í fyrsta umfari, men bíðað verður framvegis eftir loyvunum hjá argentinska spælaranum Gunnar Nielsen. Møguliga verður Gunnar við um vikuskiftið. Pól Ennigarð lá sjúkur seinasta vikuskiftið, men hann er komin fyri seg aftur og spælir sunnudagin.