B68 feldi favorittarnar

1. DEILD: Toftamenn fóru við øllum úr Klaksvík á 115 ára stovningardegnum hjá KÍ

Í kvøld fór B68 úr Klaksvík við 3-0 sigri ímóti teimum næstbestu hjá KÍ. Hetta var á sjálvum 115 ára stovningardegnum hjá KÍ.

Fleiri superveteranar vóru á heimaliðnum. 49 ára gamli Jákup Mikkelsen vardi málið. Tá ið tað restaðu tíggju minuttir og gestirnir vóru frammanfyri 3-0, bjargaði fyrrverandi landsliðsmálverjin, tá ið Bárður Ó. Jensen royndi seg við brotssparki.

Millum útispælararnar hjá KÍ var 41 ára gamli Heðin á Lakjuni, sum bava var á vøllinum í fyrra hálvleiki. Aðrir veteranar á KÍ liðnum vóru Kristoffur Jakobsen, Hjalgrím Elttør og Atli Danielsen, sum spældi síðsta hálva tíman.

Hjá B68 var tað merkisvert, at veteranurin Jóhan Dávur Højgaard vardi málið. Hann plagdi at vera miðverji, men hetta var fyrsta ferðin í ár, at hann var á besta B68 liðnum.

Miðalaldurin á útispælarunum hjá B68 var væl lægri, enn hann var hjá heimaliðnum, og gestirnir orkaðu betri at spæla. Stitatalvan kundi bent á, at heimaliðið var favorittur, men tað var B36, sum var omaná, og sum spældi seg til nógvar málmøguleikar.

16 ára gamli Áki Johannesen setti hol á eftir innlegg úr høgru og við stútara við handara stólpa, tá ið hálvur tími var farin, og dygst undan steðginum økti Sveinur Justinussen um B68 leiðsluna til 2-0, tá ið hann eitt sindur úr vinstru og 20 metra fjarstøðu smekkaði bóltin dygst undir nærru samankoming. Í fjør skoraði Sveinur Justinussen 11 mál í landskappingini. Málið hjá honum í Klaksvík í dag var tað fyrsta í ár.

Búi í Hjøllum varð skiftur inn á B68 liðið miðskeiðis í seinna hálvleiki. Hann hevði verið á vøllinumi í fimm minuttir, tá ið hann staðfesti 3-0 sigurin. Eftir ov stutta afturlegging smekkaði hann av brotsteigarmarkinum eitt sindur í høgru bóltin upp undir nettakið.

Fulla úrtøkan í Klaksvík í dag ber við sær, at B68 nú er á fimta plássi við 25 stigum. Tað eru trý stig aftur til B71 á sætta plássi og tíggju stig fram til KÍ, sum er á fjórða plássi.