? Vit vita, at B36 hevur eitt sera gott lið, men vit fara ikki til Havnar fyri at verja ein javnleik. Vit fara at royna at vinna dystin.
Tað sigur Bjørn Krog, sum er venjari hjá B68. Hansara liðið skal rættiliga bjóða B36 av, hóast munurin á liðnum tykist verða sjónskur.
? Vit hava einki at tapa, og tí fara vit fram á vøllin fyri at spæla við, sigur hann.
B68 hevur allar mans tøkar til dystin í morgin uttan Edmund Jacobsen, sum fekk skaða seinast. Edmund spældi sín fyrsta dyst á 1. liði í ár fyri eini viku síðani, men hann noyddist at gevast eftir 20 minuttir, tí hann fekk ein skaða, og hann verður ikki klárur at spæla í morgin.
Fyri hann verður brasiliumaðurin Lucio helst við. Lucio hevur eisini stríðst við skaða, men er komin nøkunlunda fyri seg aftur. Hann skoraði eitt mál fyri 3. deildarliðið hjá B68 seinasta vikuskiftið.
Á miðvøllinum verður Fróði Benjaminssen, sum mikukvøldið spældi á landsliðnum fyri fyri fyrstu ferð, álitið. Hann var uppá tal hjá B36 til kappingina í ár, men nú verður hann mótstøðumaður hjá teimum svørtu og hvítu.
Nógvar á landsliðnum
Fleiri av spælarunum hjá B36 vóru í dysti mitt í vikuni. B36 er felagið, sum hevur flest landsliðsspælarar, og tað merkist hvørja ferð landsdystur er. Tá mangla fleiri spælarar til venjing, og teir spæla ístaðin strævnar altjóða dystir.
Hesaferð spældu Jens Kristian Hansen og Pól Thorsteinsson allar 90 minuttirnar móti Íslandi, og teirra avrik var gott. Ikki minst Jens Kristian arbeiddi sum ein hestur allan dystin og var ein av høvuðsorsøkunum til, at tað ikki merktist, at Føroyar spældu við 10 monnum móti 11.
John Petersen spældi ein hálvleik, áðrenn hann varð útvístur, og Jákup á Borg kom á vøllin í seinna hálvleiki.
B36 hevur eingi leikbann til dystin móti B68, men teir vóna, at teir spælararnir, sum vóru sjúkir seinasta vikuskiftið, verða komnir fyri seg til dystin í morgin.