B68 framvegis uttan venjara

Øssur Hansen ikki fingið longt sáttmálan. Jógvan Martin Olsen onga viðmerking

B68 hevur framvegis ikki sett nýggjan venajra fyri komandi kappingarár. Í fjør stóð Øssur Hansen á odda fyri besta liðnum, men hann sigur við in.fo, at einki er avgjørt viðvíkjandi venjaraspurninginum fyri komandi ár.

 

Eitt annað navn, sum er hevur verið nevnt í samband við starvið hjá B68 er Jógvan Martin Olsen. Tað er lætt at seta toftamannin í samband við barndómsfelagið, men Jógvan Martin Olsen hevur ikki nakra viðmerking um framtíðina.

 

-       Sum er havi eg frí frá venjarastarvinum. Hvussu tað verður komandi ár havi eg ikki nakra viðmerking til, sigur Jógvan Martin Olsen.

 

Fyrrverandi landsliðsvenjarin kundi eisini verið eitt navn, sum NSÍ vóru áhugaðir í at fáa sum venjara, nú Heðin Askham fór til HB.