B68 gjørdi einki við HB

Fótbóltur: Umvegis ein 2-1-sigur á Svangaskarði tryggjar HB sær samband við oddan, meðan B68 nú av álvara má ansa sær í botnstríðnum

Tað vóru frálík fótbóltslíkindi á Svangaskarði leygardagin, har B68 tók ímóti HB. B68 hevði av álvara tørv á nøkrum stigum fyri at standa seg í botnstríðnum, meðan HB hevði tørv á øllum trimum stigunum fyri at halda samband við oddan.

HB á odda
Fyrstu løtuna var dysturin javnur, men Jóhan Dávur Højgaard fekk við einum stútara beint fram við málinum eftir fimm minuttum sett striku undir, at B68 ætlaði sær okkurt henda dagin.
Men so tók HB yvir. Teir sótu á tí mesta av spælinum, men teir vóru tó ikki vandamiklari enn B68, tá ið teir fingu arbeitt seg fram eftir vøllinum.
Tá ið góðir 20 minuttir eru leiktir leggur HB seg á odda. Hallur Hansson sendi eina langa sending til Símun Samuelsen, sum tamdi bóltin væl, rak nakrar metrar og komin inn í feltið stýrdi bóltinum í mál til 1-0 til gestirnar. HB hevði hesa løtuna verið omaná í spælbýtinum og sambært tí var leiðslan uppiborin.
B68 royndi at svara HB-leiðsluni aftur við at leggja eitt lítið trýst á, men meiri enn okkurt langskot og hornaspørk bleiv tað tó ikki til.
HB slapp til hálvleiks á odda 1-0.

Christian sigursharri
Í seinna hálvleiki gekk javnt á og dysturin gekk fyri tað mesta fyri seg á miðjuni, har liðini bæð stríddust um bóltin. Tá ið góðir 20 minuttir vóru eftir, bragdaði hjá heimaliðnum. Innlegg kom úr høgru síðu, og inni í feltinum var HB-verjuleikarin, Vagnur M. Mortensen, óheppin og beindi bóltin í egið net. Hetta merkti, at B68 hevði javnað til 1-1 og at teir nú høvdu eina góð vón um at fáa stig til høldar.
Tá ið tað írestaðu stutt minni enn tíggju minuttir legði HB seg tó aftur á odda. Eftir at hava hótt B68-málið við smáspæli uttanfyri feltið, var tað Christian R. Mouritsen, sum gjørdi álvara burturúr hesi hóttanini. Hann fekk bóltin í feltinum og smekkaði til, og við hansara sparkið tryggjaði hann HB ein tepran 2-1-sigur á Svangaskarði.
HB heldur nú so dánt fast í oddanum, meðan B68 nú av álvara skal ansa sær í botnstríðnum.