B68: Hatta eru framrokningar uttan inntøkur

Tá árið er liðugt eigur roknskapurin at javnviga

 

Vit hava spurt fyrrverandi formannin í B68, Ian Jacobsen, um eina viðmerking, nú tíðindi berast á dimma.fo um, at hallið hjá B68 skal vera 2,3 milliónir krónur í halli.

– Nei, hatta er ikki rætt. Hatta er framrokningar uttan inntøkur. Um man vil fáa tað at ljóða ræðuligt, so fær man tað at ljóða ræðuligt, sigur hann.

Hann vísir á, at 2.3 milliónir krónur eru tað, sum eru samlaðar skyldur hjá B68, íroknað eru millum annað skyldur frá í fjør upp á 800.000 krónur.

– Hetta er talið, um felagið einki ger. Ikki ein gang krevur inn tað, sum vit eiga til góðar ymsastaðni, vísir Ian Jacobsen á.

Hann vísir á, at felagið skuldi átt eina 1.2 milliónir krónur tilgóðar.

– Um vit mótrokna tær 1,2 milliónirnar frá teimum 2,3 milliónunum, so er 1,1 millión krónur eftir.

– Heta er eisini samsvarandi við tíðina av árinum og eini fíggjarætlan upp á 5,5 til 6 milliónir krónur, sigur hann.

Síðani er oyramerktur stuðul og sjónvarpsavtalur, sum koma seinni í ár og dystarinntøkur koma eisini, um man vil tað ella ikki. Tey vanligu tiltøkini vera helst eisini hildin, so tá alt kemur til alt, so skuldi tað gjarna javnviga, sigur Ian Jacobsen.

– Um man skal brúka tæl sum skyldur fyri restina av árinum sum hall, so hava næstan øll onnur feløg nógv størri hall enn vit higartil í ár, sigur hann.

– Tá man roknar útreiðslurnar, má man eisini rokna inntøkurnar og øvugt, sigur hann.