Tað skrivar dimma.fo í í dag.
Um felagið ikki megnar at fáa viðurskiftini upp á pláss, er tað møguleiki fyri, at tað ikki fær loyvi at luttaka í bestu deildini í 2024
Dimmalætting skrivar, at nevndin í felagnum hevur gjørt status.
– Álítandi keldur, sum vilja vera ónevndar, siga, at á fundinum boðaði nevndin frá, at raksturin í 2023 higartil í ár vísir eitt undirskot upp á 2,3 milliónir krónur, skrivar Dimmalætting.
Spælararnir fingu eisini at vita, at í løtuni hevur felagið ikki ráð at betala teimum løn.
B68 er á 7. plássi í Betri Deildini við 18 stigum. Tað eru seks stig frammanfyri ÍF, sum við 12 stigum er á 9. plássi.
Vónirnar eru hampuligar fyri, at B68 fer at megna at sleppa undan niðurflyting. Men fíggjarliga avbjóðingin er sera stór at loysa, um B68 eisini í 2024 skal spæla í bestu deildini.