B68 hevur eina lítla favorittstøðu móti AB á heimavølli

B68 er ein lítil favorittur hjá níggju altjóða veddingarfyritøkum. Síggj oddsini her

Klokkan 16 í morgin tekur B68 ímóti AB á Svangaskarði á Toftum.

 

B68 er triðaftast í Betrideildini við seks stigum, og AB er aftast í deildini við einum stigi.

 

Bæði liðini hava brúk fyri einum sigri í morgin, men tær níggju altjóða veddingarfyritøkurnar sum lata odds upp á dystin hava eina favorittstøðu til B68, um enn ikki toftamenn eru stórir favorittar.

 

Oddsini upp á heimasigur til B68 liggja millum 1,57 og 1,66. 

 

Oddsini upp á útisigur til AB liggja millum 3,95 og 4,15. 

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,75 og 4,00. 

 

Her eru oddsini:

 

##med2##