B68 hevði í gjár eykaaðalfund og nýggjur formaður er valdur. Talan er um Høgna Petersen, sum nú verður ovasta høvdið á Svangaskarði. Hann hevur verið nógv kring felagið og besta liðið hjá monnum.
B68 skrivar:
Gjárakvøldið var eykaaðalfundur hjá Tofta ítróttarfelag. Einasta mál á skrá var nevndarval. Í nevnd komu:
Formaður: Høgni Petersen
Næstformaður: Eyðun Petersen
Peningarøkil: Jóhan Dávur Højgaard
Skrivari: Niclas Allan Danielsen
Ungdómsábyrgdari: Rógvi Hansen
Nevndarlimur: Filip Johannesen
Tiltakslimir eru Heini Mikkelsen og Andras Magnussen.