info
Ongi úrslit

B68 hevur mist næstan eitt lið

Hjá heimaliðnum í Runavík vera tveir nýggir á dómaraseðlinum í dag

info
Jóannes Hansen
24. juli 2016 kl. 10:30
Oddur Olsen er nýggjur ábyrgdarmaður á beinkinum, tá ið B68 seinnapartin fer stutta teinin inn á Mýrarnar at dystast við grannarnar. Dagsskráirnar eru heilt ymiskar. Hjá NSÍ snýr tað seg um at halda tørn um heiðursmerkjaplássið og vóna, at tað fer at styttast fram til toppin, meðan tað hjá B68 snýr seg um at vinna fyrsta sigurin í ár. Hjá B68 eru níggju av spælarunum, sum vóru við fyri summarsteðgin, ikki tøkir: Albert R. Johannesen, Evrard Blé, Otto R. Petersen, Leivur Højgaard og Jóhannus Hansen eru burturstaddir, Kristian Anton Andreassen og Esmar Clementsen eru skaddir, Hákun Edmundsson er fluttur til Danmarkar, og Carlos Quintana Herrero er givin í felagnum. Jóhan Dávur Højgaard er við aftur eftir leikbann, og Oddur Højgaard er komin aftur í barndómsfelagið eftir at hava verið burturstaddur. Nýggi álopsspælarin, Damir Ibric Yuksel, verður ikki við í dag, tí loyvini eru ikki komin upp á pláss. Hjá NSÍ er Johan Jacobsen farin av landinum. Tað kemur væl við, at Einar Tróndargjógv nú er tøkur aftur, og at Betuel Hansen og Tobias Olesen eru komnir at hjálpa til. Sambært NSÍ heimasíðuni var ætlanin hjá báðum feløgunum, at grannauppgerðin skuldi vera í gjár, eftir at stóra sølu- og mentanartiltakið var liðugt. FSF vildi ikki geva loyvi til flytingina frá sunnudegi til leygardag, tí hetta varð mett at geva NSÍ fyrimun sammett við AB, sum skal spæla í Gøtu í dag, og sum mikukvøldið eigur heimavøll ímóti NSÍ.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

20 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Valið í USA kann fáa týdning fyri trygdina í Evropa

7 minuttir síðan
Tíðindi

FAKTA: Soleiðis kunnu Demo­krat­ar­nir brúka meiri­lut­an í Kongressini

27 minuttir síðan
Tíðindi

Skuldsettur fyri at skaða tveir telduskíggjar

31 minuttir síðan
Tíðindi

Grønland hevur samtykt verjuavtaluna við USA

32 minuttir síðan
Tíðindi

Strandingar fegnast við Samuel

48 minuttir síðan
Fótbóltur

Elisabeth hevur skrivað undir við HB

1 tími síðan
Tíðindi

Bilur koyrdi inn framman fyri prutl

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis upplivdu Mattias og liðfelagarnir uppflytingina

2 tímar síðan
Tíðindi

Tveir koyrdu ímóti ferðsl­uni á Vagli­num

2 tímar síðan
Tíðindi

Góð og støðug gongd í triðja ársfjórðingi

2 tímar síðan
Tíðindi

Børn sótu ikki rætt íbundin við skúla í Havn

3 tímar síðan
Tíðindi

El-Sayed stendur til at gerast fyrsti muslimski senatorurin í USA

3 tímar síðan