Vegna tær umstøður, sum eru galdandi, hava B68 og ÍF gjørt av, at fjórðingsfinalan teirra millum ikki verður spæld í dag, soleiðis sum ætlanin annars var.
Enn er ikki endaliga greitt, nær hálvfinalan verður spæld, men sum skilst miðað partarnir eftir, at dysturin verður avgreiddur fyrst í mai mánaði.