B68 kendi ikki sína vitjunartíð

Eftir leiðslumálið misti heimaliðið á Svangaskarði takið, og so stríddi illa mannaða GÍ seg til eitt stig

Toftamenn vilja fegnir vera uppií har, sum tað gongur fyri seg. Tað vil siga í stríðnum um FM heitið og Europa Cup plássini. Fyrsta treytin, at tað skal bera til, er at vinna heimadystirnar.
B68 fekk ikki meiri enn 1?1 í oyggjauppgerðini í fyrsta umfarinum ímóti gøtumonnum. Tá hugsað verður um fyritreytirnar, so kann ikki annað sigast, enn at GÍ kom væl frá fyrstu royndini. Súni Fríði Johannesen var so mikið skaddur, at hann fekk ikki spælt. Popczynski var einsamallur í álopinum. Hann tóktist vera so mikið illa fyri, at hann ikki spældi meiri enn við hálvari ferð, og í vinstra borði var sera lítið veiggj í álopspartinum hjá GÍ.
Poul Henning Jacobsen hevur ikki vant so nógv. Hann var í 1. hálvleiki á miðvøllinum. Eftir steðgin kom veteranurin Jóan Petur Olsen, sum hevur spælt lítið seinastu árini, og sum bara hevur vant tvær ferðir í ár, inn á verjukenda miðvallarplássið. Hann hevur royndirnar, hann hevur góða grundkonditión, og hann er bólttryggur.
Tað sigst, at Súni Olsen og Henning Jarnskor skulu spæla við GÍ. Høvdu teir verið við á Svangaskarði, so høvdu fyritreytirnar verið til staðar fyri uppaftur betri úrtøku til gestirnar.

B68 bragdligt
B68 var omaná fyrstu løtuna. Tað riggaði væl á sentrala miðvøllinum, har Fróði Benjaminsen og Jann Ingi Petersen høvdu gott tak á. Marlon Jorge bjóðaði seg til í høgra borði, og tað var tyngd í álopinum, har Arnold Joensen var høgru megin og Øssur Hansen vinstrumegin. Anders Nygaard var sentralur álopsspælari. Hann hevði alla tíðina sera raska Bartal Eliassen ímóti sær.
B68 kom á odda eftir gott álop, tá eitt korter var farið. Teir fangaðu GÍ uppspæl um miðstrikuna í høgru. Øssur Hansen sneiddi framvið tveimum, spældi eitt tvey við Anders Nygaard, kom í brotsteigin í vinstru og smekkaði flatt í handara síðunetið.
Eftir leiðslumálið var tað fleiri ferðir um reppið, at støðan uppstóð, sum kundi havt økta leiðslu til heimaliðið við sær, men tað eydnaðist ikki, og sum 1. hálvleikur leið, tók trýstið at linka.

Troyskir gøtumenn
GÍ hevur nakrar sera støðugar lyklaspælarar. Teir kenna ábyrgd, og teir megna at bera liðið langt. Her verður hugsað um Magna Jarnskor og Sámal Joensen á miðvøllinum, Gidek, sum var verjukendur miðvallari fyrra umfarið, og sum stuðlaði einsamalla álopsmanninum eftir stegðin, Bartal Eliassen í miðverjuni og so Hallur Hansen, sum er sera tryggur millum stólparnar.
Síðstu løtuna undan steðginum vóru fleiri ábendingar um, at heimasigurin fór ikki at verða lættvunnin. Og beinanvegin eftir steðgin vóru fleiri spentar støður frammanfyri B68 málið. Eitt nú tvær frísparksstøður á brotsteigarmarkinum. Gidek royndi báðu ferðirnar ímóti málinum. Í tí fyrra førinum hálvbjargaði tryggi málverjin, Michal Kokoszanek, sera væl, og í seinna førinum fór skotið væl omanfyri tvørtræið.
Útjavnandi málið skoraði Gidek. Eftir uppspæl í høgru, kom hann í brotsteigin, spældi eitt tvey við Popczynski og var á ranggstøðumarkinum (kanska var hann rangstaddur), tá hann kom leysur mitt fyri og sendi framvið landsmanninum í B68 málinum.
Síðstu løtuna var talan meiri um stríð, enn tað var um spæl. Nærdystirnir vóru nógvir, og onkra ferðina var tað mest sum áfast. Gøtumenn vóru nøgdir við javnleikin. Kanska iðraðu teir á heimaliðnum seg um, at teir ikki høvdu fingið fulla úrtøku, men teir kendu ikki sína vitjunartíð fyrsta hálva tíman, og tí kundi heildarmetingin ikki vera nógv øðrvísi, enn at tað stóð á jøvnum.
B68: Michal Kokoszanek ? Oleif Joensen, Hans Fróði Hansen, Messias Perreira ? Marlon Jorge, Jann Ingi Petersen, Fróði Benjaminsen, John Heri Dam ? Arnold Joensen, Anders Nygaard, Øssur Hansen
GÍ: Hallur Hansen ? Áslakur R. Petersen, Bartal Eliassen, Leivur Hansen, Magnus Skoralíð ? Poul Henning Jacobsen, Zdzislaw Janik, Sámal Joensen, Magni Jarnskor, Hans Pauli Petersen ? Krzystof Popczynski