Tað gekk ikki soleiðis, sum toftamenn høvdu vónað, tá ið B68 hevði vitjan av B71.
Sandoyingar fóru suður aftur við einum stigi. Úrslitið varð 1-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Andri Benjaminsen legði heimaliðið á odda longu í sjeynda minutti, og Jonas Warner javnaði til 1-1 í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki. Hetta var fjórða málið hjá 18 ára gamla Jónasi í ár.
Tølini siga, at B68 hevði væl fleiri royndir ímóti B71 málinum, enn B71 hevði ímóti B68 málinum. B68 hevði tíggju royndir innanfyri málkarmin, og B71 hevði tríggjar royndir innanfyri málkarmin.
Hagtølini siga, at B68 hevði átta stórar málmøguleikar, meðan B71 ongan stóran málmøguleika hevði.
Í teimum fýra minuttunum, sum dómarin legði aftrat, hevði B68 tríggjar stórar møguleikar, men tað eydnaðist ikki at skora sigursmálið.
Hóast tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku og B68 er á fjórða plássi, so er B68 framvegis besta boðið upp á liðið, sum sambært ásetingunum skal flyta upp.
Hjá B71 var javnleikurin á Svangaskarði kærkomin eftir vónbrotið, sum tað var fríggjakvøldið at tapa á heimavølli ímóti AB.
Nú 18 umfær eru farin, er B68 á fjórða plássi við 28 stigum – tað eru tvey stig fram til HB og bronsuplássið – og B71 er á sjeynda plássi við 23 stigum, ið er sama stigatal, sum KÍ a áttanda plássi hevur. Tað er eitt stig fram til B36 á sætta plássi
Fríggjadagin skal B68 spæla á útivølli ímóti HB, og B71 skal spæla á útivølli ímóti toppliðnum Víkingi.