B68 koyrir á

1. DEILD: Í kvøld endaði tað við trivaligum heimasigri ímóti AB, sum stríðist fyri at varðveita plássið í deildini

Í kvøld hevði B68 vitjan av teimum næstbestu hjá AB. Dagsskráin var heilt ymisk hjá liðunum báðum. Meðan B68 arbeiðir fyri at vinna uppflyting, so stríðist AB fyri at varðveita plássið í næstbestu deildini.

B68 vann í kvøld 4-1 á Svangaskarði eftir hálvleiksstøðuna 1-1. B68 er á triðja plássi við 40 stigum fyri 23 dystir, og AB er á níggjunda plássi fyri 23 dystir.

Tonni Thomsen var tvífaldur málskjútti fyri heimaliðið. Eitt stórt korter var farið, tá ið hann setti hol á, og tað restaðu góðir 20 minuttir, tá ið hann umsetti brotsspark til 2-1.

Níggju minuttir undan steðginum javnaði Leivur Fonsdal Guttesen til 1-1.

Toftamenn høvdu nógv fleiri royndir ímóti AB málinum, enn gestirnir høvdu ímóti heimamálinum. B68 hevði fimm hornaspørk, og AB hevði eitt hornaspark, B68 hevði tíggju royndir á AB málið, og AB hevði tríggjar royndir ímóti B68 málinum.

Tveir minuttir eftir, at B68 við brotssparki hevði lagt seg á odda 2-1, økti Áki Johannesen um munin til 3-1, og 12 minuttir undan leikloki staðfesti Bárður Ólavsson Jensen 4-1 heimasigurin.

Leygardagin skal B68 spæla á útivølli ímóti B36, og AB skal spæla á heimavølli ímóti HB.