B68 oddalið á jólum

Flogbólturin á Toftum hevur aftur tikið dik á seg, og at álvari liggur aftanfyri, sæst við at hyggja at stigatalvuni í næstbestu kvinnudeildini. Har er B68 einsamalt á odda, nú kappingin í 1. deild hjá kvinnum er farin í jólafrí.
Kvinnurnar hjá B68 taptu fyrsta dystin í kappingini, sum var á útivølli ímóti Drátti, men síðani hava tær ikki hugt aftur um seg, men hava vunnið seks teir næstu dystirnar.
Tað merkir samstundis, at B68 í løtuni liggur til uppflyting í Eikliguna næsta ár, tí B68 er tvey stig framman fyri næstu liðini, sum eru næstbestu kvinnumanningarnar hjá Fleyr og KÍF, ið bæði hava tvey lið í 1. deild hjá kvinnum.
B68 er tað einasta av teimum átta feløgunum í deildini, sum kann flyta upp, tí hini feløgini eru øll umboðað har frammanundan. Sum tað sær út í løtuni, verða tað annaðhvørt KÍF ella ÍF, sum flytur niður úr Eikliguni.