Tær tríggjar innanhýsis uppgerðirnar í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið millum B68 og B36 endaðu við, at B68 vann ein dyst, B36 vann ein dyst, og ein dystur endaði við javnleiki.
Tað merkir, at úrtøkan gjørdist fýra stig í part í teimum trimum innanhýsis uppgerðunum.
Samlaða málúrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum gjørdist 3-3.
B36-B68 1-0 (0-0) - 24. august
1-0 Bogi Reinert-Petersen, br. (67.)
B68 – B36 2-1 (0-0) - 16. mai
1-0: Sebastian Lau Nielsen (53.)
1-1: Mattias Hellisdal (71.)
2-1: Fríði í Túni Petersen (80.)
B36-B68 1-1 (0-1) - 17. apríl
0-1 Karstin Clementsen (13.)
1-1 Símun Sólheim (65.)
Kelda: FaroeSoccer