Eysturoy er fótbóltsøkið fram um nakað annað í landinum. Næsta ár verða seks av tíggju feløgunum í Formuladeildini úr Eysturoy – tá ið EB/Streymur er talt við. Og nú er greitt, at hóast bæði B68 og ÍF flyta upp úr næstbestu deildini, og hóast einki lið úr Eysturoy flytir niður úr Formuladeildini, so fer Eysturoy næsta ár at eiga eins stóran part av 1. deild sum í ár.
Leygardagin varð tað greitt, at bæði B68 og GÍ nú flyta úr 2. og upp í 1. deild. B68 hevur vunnið gullmerkini, og GÍ hevur vunnið silvurmerkini.