B68 og víkingar gera ein vørr

Sigurin á meistarunum ber tríggjar víkingar á vikuliðið, har toftamenn, sum eingin roknaði við, eisini eiga tríggjar spælarar

Fyrrapartin í dag hittast landsliðsspælararnir í høvuðsstaðnum, har teir fara undir síðstu fyrireikingarnar til fyrsta HM undankappingardystin í hesum umfari. Hann verður hósdagin í Moldova.

Landsliðsspælararnir og øll hini mongu fótbóltshugaðu kring landið – og sjálvandi eisini uttanlands – kunnu umrøða vikuliðið, sum Miðlahúsið hevur sett og bera fram onnur lið og uppskot um broytingar. Tveir landsliðsspælarar eru millum teir ellivu á liðnum hjá Miðlahúsinum eftir triðja umfar.

So at siga eingin hevði roknað við, at B68 fór at megna málleysan javnleik á Tórsvølli ímóti B36, og fáur hevði roknað við, at Víkingur fór at vinna 2-1 á heimavølli ímóti favorittunum og greipuvinnarunum í HB.

Avrikini og úrslitini hjá B68 og Víkingi eru orsøk til, at hesi bæði liðini eiga tríggjar spælarar í part á liðnum. Stóri og sannførandi 5-0 sigurin há KÍ í Trongisvági sæst aftur á liðnum, og soleiðis er tað eisini við 3-0 heimasigrinum hjá NSÍ ímóti EB/Streymi.

Kritikkurin er at skilja, um tað verður víst á, at javnvágin á miðvøllinum er ikki nóg góð, tí sentralu miðvallararnir eru álopskendir. Men hetta var valið hjá Miðlahúsinum. Eisini við tí í huga, at Lukasz Cieslewicz hjá B68 var óvanliga raskur í verjuspælinum ímóti sínum gamla felag.

 

Vikuliðið 3. umfar

Joakim Jurs, B68 – Jóannes K. Danielsen, KÍ, Jóhan Troest Davidsen, NSÍ, Gunnar Vatnhamar, Víkingur, Helgi Johannesen, B68 – Árni Frederiksberg, KÍ, Arnbjørn Svensson, Víkingur, Lukasz Cieslewicz, B68, Mikkel Jakobsen, NSÍ – Andreas Lava Olsen, Víkingur, Bob Sumareh, KÍ

 

Tað var ikki ætlanin, at Joakim Jurs skuldi verja B68 málið á Tórsvølli. Erlend Jacobsen varð skaddur undir síðstu venjingini, og so var Joakim Jurs aftur í málinum hjá toftamonnum. Hann vardi væl og var ein av orsøkunum til, at tað ikki eydnaðist B36 at skjóta mál.

Jóhan Troest Davidsen var sannførandi í NSÍ verjuni. Í fyrra hálvleiki var spurningur settur við, um hann ikki átti reytt kort og EB/Streymur brotsspark, men tað metti dómarin ikki, og Jóhan átti stóran leiklut. Undir liðini á honum er Gunnar Vatnhamar, sum var sannførandi í miðverjuni hjá Víkingi ímóti HB álopsspælarunum við góða máltevinum.

Jóannes K. Danielsen var í eyðkenda lagnum sum vongverji í høgru og sjálvsagdur partur av hugflogsríka álopsspælinum hjá KÍ í Trongisvági. Í hinum borðinum er 23 ára gamli Helgi Johannesen hjá B68. Hetta var fyrsti dystur hjá honum í bestu deildini síðani 2016. Tað sást ikki, at royndirnar í fremstu røð hjá nærlagda og raska Helga Johannesen eru so fáar.

Árni Frederiksberg var við í flestu KÍ málunum í 5-0 sigrinum, og Arnbjørn Svensson átti uppleggini til bæði málini í 2-1 sigrinum hjá Víkingi á HB. Lukasz Cieslewicz gekk á odda í fína liðavrikinum hjá B68 í Gundadali, og Mikkel Jakobsen skoraði og var við í sera nógvum í 3-0 sigrinum hjá NSÍ.

Í fremstu røð átti tað ivaleyst fyri triðju ferð á rað at verið pláss fyri Uros Stojanov, sum aftur hesa ferð skoraði og legði upp til mál. Men tað eru bara tvey pláss. Andreas Lava Olsen var heilt avgerandi, tá ið hann skoraði og órógvaði HB verjuna í Sarpugerði, so hon av álvara fór at skinkla, og Bob Sumareh skoraði tvey mál, tá ið hann fyrstu ferð fekk møguleikan í KÍ álopinum og staðfesti, at liðið viknar ikki, tá ið hann er millum teir fyrstu ellivu.

Hetta er boðið hjá Miðlahúsinum upp á vikuliðið eftir triðja umfar og so er lagt upp til viðmerkingar, atfinningar, broytingar og kanska eitt heilt annað lið.