B68 saknar venjaran

Hjá AB snýr tað seg um framvegis at hyggja uppeftir

Jákup á Borg er nýggjur venjari á Toftum, og tað spældi væl av, tá ið toftamenn síðsta vikuskifti vóru á Skála og vunnu 2-1. Úrslitið á Skála var søtur sigur, sum kveikti vónina um, at tað framvegis er møguleiki fyri at sleppa undan niðurflytingini, sum higartil í ár hevur hingið sum stór hóttan yvir Svangaskarði.

 

Nú klokkan 18 verður fyrsta bríksl í Gundadali, har AB eigur heimavøll, nú graslíkið verður skift á Argjum. Jonas Dal Andersen er á veg av landinum. Hann verður tó á AB beinkinum í kvøld. Nýggi danski venjarin Henrik Larsen verður at síggja á Argjum eftir mánaðarskiftið.

 

Jákup á Borg er av álvarsligum persónligum orsøkum forðaður í at røkja sína uppgávu á Toftum. B68 venjarin boðaði fyrr í vikuni frá, at lítli sonurin er álvarsliga sjúkur, og at foreldrini eru við honum í Danmark til kanningar.

 

Øll á Toftum og í føroyska fótbóltsheiminum hugsa um Jákup og konuna og lítla sonin og alla familjuna. Í kvøld í Gundadali verður tað hjálparvenjarin André Olsen, sum fer at hava ábyrgdina av B68 liðnum í kvøld.

 

Hjá AB er Michael Alexander Smith tøkur eftir leikbann, meðan málverjin Rói Zachariasen, verjuspælarin Jákup Pauli Breckmann og framrættaði Jobin Drangastein eru skaddir.

 

Hjá B68 eru Andri Benjaminsen, Lukasz Cieslewicz og Jann Ingi Petersen skaddir.

 

AB – B68: Petur Reinert kl. 18.00 – í Gundadali.