B68 er ikki longur aftast í næstbestu deildini. Seint seinnapartin í gjár vann B68 heimadystin ímóti KÍ 2-1. Harvið flytir B68 av aftasta plássinum.
Klaksvíkingar løgdu seg á odda tíggju minuttir fyri steðgin. Málskjútti var Arnhold Joensen.
Eitt korter fyri leiklok javnaði Súni Fríði Barbá til 1-1, og tríggjar minuttir fyri leiklok var tað Óli Olsen, sum skoraði sigursmálið fyri B68. Tað skoraði hann av ellivu metra blettinum. Dómarin hevði bríkslað fyri brotssparki, tí KÍ verjan hevði tikið beinini undan Óla Olsen.