B68 spílar seg út

Felagið hevur fingið tilgongd úr NSÍ og gjørt fleiri sáttmálar

Eftir eitt misjavnt ár í 1.deild, tykist B68 fyrireika seg til at bjóða av í oddinum til komandi kappingarár. Øssur Hansen er nýggjur venjari og felagið hevur nú fingið tilgongd av tveimum spælarum úr NSÍ.

Talan er um Jannik Mathias Olsen og Andri Benjaminsen. Báðir hava spælt við NSÍ og báðir hava verið útleigaðir til Skála. Andri Benjaminsen skoraði eisini mál í teimum báðum seinastu umførunum í farnu landskapping.

##med2## 

Hartil hevur felagið gjørt sáttmála við spælarar sum Esmar Clementsen, Karstin Clementsen, Zoran Vujovic, Andrija Radovanovic, Ari Johannesen, Búi í Hjøllum, Bárður Ólavsson, Aleksandur Ólavsson, Leivur Højgaard, Bergur Johannesen, Dávur M. Hansen og Petur í Túni, og málmannin úr Serbia, Nikola Stoisavljevic.

B68 bleiv nummar fimm í 1. deild í farna kappingarari.