Fótbóltur
Tað hevur ikki sæð nakað serligt út við hópinum hjá toftamonnum til komandi kappingarár. Serliga í verjupartin hevur tað sæð svart út, við tað at so sterkir leikarar sum Hans Fróði Hansen, Arnbjørn Danielsen og Dánial Hansen eru farnir í onnur feløg her heima ella uttanlanda. Harafturtat hevur felagið mist helst besta miðvallaran í Føroyum seinasta kappingarár, Fróða Benjaminsen, umframt Jann Inga Petersen og John Hera Dam. Tilgongd ið felagið hevur havt undan komandi kappingarári er bert Brynjálvur Nielsen úr NSÍ, og so teir báðir Przybylski brøðurnar úr ávíkavist GÍ og LÍF.
Nú er tað tó greitt, at verjupartin fær ein kærkomnan styrk. Sterki verjuleikarin, Herbert í Lon Jacobsen, sum áður hevur leikt í B36, fer at spæla við B68, nú hann kemur aftur úr Danmark. Tað er heimasíðan hjá B68, www.b68.fo, ið skrivar hesi tíðindi. Herbert hevur verið niðri á løgregluskúla, og nú manglar honum bert tað seinastu praktiktíðina, og hana tekur hann her heima.