Toftamenn tóku í kvøld eitt týdningarmikið fet fram ímóti uppflytingini til bestu deildina.
B68 átti heimavøll í grannauppgerðini ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ, og toftamenn vunnu 1-0. Hetta var einasti dysturin í kvøld. Hinir fýra vóru útsettir orsakað av koronu.
Úrslitið ber við sær, at toftamenn styrktu um sína støðu á triðja plássi. B68 hevur 34 stig og er fýra stig aftanfyri NSÍ.
Ásetingarnar siga, at í hvussu so er eitt lið fer at flyta upp. B68 er fremst av teimum, sum hava møguleika at flyta upp. Hini eru 07 Vestur, B71 og FC Hoyvík.
Tað eru fyrst og fremst B68 og 07 Vestur, sum kappast um plássið, sum heilt víst fer at bera uppflyting við sær. Nú er B68 fýra stig frammanfyri 07 Vestur, sum eigur útsettan heimadyst ímóti AB.
Í kvøld var heimaliðið á Svangaskarði omaná. Bæði í spæli og í møguleikum.
Tølini siga, at B68 hevði fýra hornaspørk, og NSÍ hevði tvey hornaspørk.
B68 hevði seks royndir innanfyri málkarmin og fimm við síðuna av málinum. NSÍ hevði tvær royndir ímóti málinum, og eina við síðuna av málinum.
Einasta málið skoraði B68 miðvallarin Bárður Ólavson Jensen, tá ið seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt. Í fyrstu atløgu blokeraði verjan, men so var Bárður aftur á bóltinum og skoraði.
Tað lá í luftini, at møguleikin var stórur fyri, at heimaliðið fór at økja um leiðsluna, men tað eydnaðist ikki. Besta møguleikan átti innskifti Esmar Clementsen tíggju minuttir undan leikloki og eftir framlegging úr vinstru. Úr tveimum metra fjarstøðu royndi hann at stýra bóltin í málið, men Karstin Hansen í NSÍ málinum bjargaði.
Og so gekk tað soleiðis síðstu løtuna, sum tað so ofta ger, tá ið munurin bara er eitt mál.
NSÍ spenti álopsbogan, og B68 liðið datt alt nærri sínum egna brotsteigi. Tað vóru onkrar spentar støður, men tað eydnaðist ikki NSÍ at javna.
Á NSÍ liðnum vóru millum annað Aron Knudsen, Jann Martin Mortenen og Mórits Heini Mortensen.
Fýra dystir vórðu útsettir í kvøld: 07 Vestur - AB, HB - KÍ, FC Hoyvík - Víkingur og B36 - B71.
Sambært skránni skal B68 leygardagin spæla á heimavølli ímóti AB, og NSÍ skal leygardagin spæla á útivølli ímóti HB.