B68 vann fyri fyrstu ferð í ár

Kvinnur: Rúna Olsen var trífaldur málskjútti, tá ið B68 vann fyri fyrstu ferð í hálvtannað ár

Tá ið fyrri hálvleikur var av í útsetta dystinum á Svangaskarði í gjárkvøldið, sá tað út til, at tað fór at enda, sum tað plagar, tá ið B68 er annar parturin.

ÍF/Víkingur var frammanfyri 1-0. Málið skoraði Hanna Højgaard, tá ið eitt lítið korter var farið.

 

Eftir steðgin vendi alt á høvdið. B68 skoraði fýra mál og vann 4-1. Tær reyðu vóru so fegnar, sum um tær høvdu vunnið FM. Hetta var fyrsti sigurin hjá B68 í ár, og hetta var fyrsti B68 sigurin síðani fjúrtanda mai í fjør, tá ið B68 vann 2-0 á útivølli ímóti B36.

 

Rúna Olsen javnaði til 1-1 átta minuttir eftir steðgin. Bara fýra minuttir seinni legði hon B68 framum 2-1. Tá ið tað restaðu smáir tjúgu minuttir økti Laila Pætursdóttir til 3-1, og Rúna Olsen staðfesti tríggjar minuttir undan leikloki 4-1 sigurin.

 

B68 og B36 hava fimm stig, og ÍF/Víkingur hevur átjan stig.

Í toppinum hava EBS/Skála og KÍ 44 stig, og HB hevur 41 stig.

Næstsíðsta umfar verður týsdagin: ÍF/Víkingur – HB, EBS/Skála – KÍ og B36 – B68.